Tað sá álvarsligt út í morgun, tá ið fleiri neyðsendarfør, sløkkiliðsbilar og løgreglan fóru avstað til Bovling í Leirvík. Hetta var umleið klokkan 08.35.
Orsøkin var nógvur roykur inni í bovlinghøllini. Men tá ið sløkkiliðið kom á staðið, kundi staðfestast rímuliga skjótt, at talan var ikki um eld, men at tað var roykur sum kom úr eini hitapumpu.
Ein blásari varð tí settur til, soleiðis at alt rúmið bleiv reinsa fyri allan roykin.

