Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.10.2025 11:35

Løgtingsforkvinnan hitt starvsfelagar sínar í Senatinum og í Undirhúsinum í Kanada

Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Á ferðini hjá Formansskapinum í Ottawa, varð mánadagin 6. oktobur fundur við Speaker of House of Commons, har løgtingsfokvinnan ritaði navn sítt í protokollina. Síðani varð formansskapurin boðin til ein góðan bita, har prátað varð um viðurskifti í Føroyum og Kanada.

Fancis Scarpaleggia, formaður í House of Commons (Undirhúsið), er tingmaður fyri stjórnarflokkin Liberal Party, valdur í Lac-Saint-Louis valdøminum í Quebec.

mynd: Bjørt Samuelsen, forkvinna, ritar navn sítt í protokollina 

Mikudagin 8. oktobur vitjaði Formansskapurin í Senatinum, har Raymonde Gagné, Speaker of Senate, tók ímóti. Eftir at hava heilsast, skrivaði løgtingsfokvinnan undir protokollina, og síðani luttók formansskapurin á hugnaligum óformligum fundi. Raymonde Gagné, ið hevur drúgvar royndir frá skúla og útbúgving, varð í 2016 tilnevnd sum senatorur úr Manitoba, og í 2023 vald sum forkvinna fyri Senatið.

mynd: formansskapurin og Raymonde Gagné, forkvinna í Senatinum

Á báðum fundum varð tosað um mál av felags áhuga, um skipanirnar í Føroyum og Kanada, um støðuna í heiminum og handilsviðurskifti við nógv hækkaða tollinum úr USA, sum ávirkar Kanada nógv. Aktuella málið um føroyskan limaskap í WTO eins og samtalur millum Føroyar og Danmark um framtíðar støðuna í ríkisfelagsskapinum vóru eisini uppi at venda.

Í Kanada skulu lógir samtykkjast bæði í fólkavalda undirhúsinum og í tilnevnda senatinum, fyri at kunna setast í gildi. Parlamentariska skipanin í Kanada er meinlík skipanini í Westminster í Stóra Bretlandi.