Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og nógvastaðni mjørki. Í landnyrðingspartinum hálvskýggjað. Okkurt ælið og har mjørkin liggur sirm ella tám. Sum frálíður, mest eystanfyri, skiftandi skýloft og sólglottar. Hitin 10 til 12 stig.
Í kvøld og í nátt framvegis útsynningur, 3 til 8 m/s. Skýggjað, og nógvastaðni mjørki. Yvirhøvur turt, men har mjørkin liggur sirm ella tám. Út á fyrrapartin í morgin, mest á eystaru leiðunum, skiftandi skýloft. Hitin 10 til 12 stig.
Sólarris: 08:04 Sólsetur: 18:20