Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.
Hvassur vindur ella skrið vestan, 15 til 20 m/s, sum fyrrapartin minkar niður í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Seinnapartin minkar vindurin eitt skifti niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, áðrenn hann í kvøld aftur veksur upp í strúk í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 7 og 12 stig.
Sólarris: 07:54 Sólsetur: 18:32