Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2025 09:18

Mist makan

Krabbameinsfelagið

Mist makan er ein samrøðubólkur fyri fólk, sum hava mist makan av krabbameini. Nýggjur bólkur byrjar 11. november 2025. Endamálið við at savna fólk, sum øll hava mist makan, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur og hevur. Og í gjøgnum samtalurnar við onnur í somu støðu, fáa styrki til at koma eitt fet víðari í lívinum. Samtalurnar eru sjálvandi í trúnaði.


Bólkurin kemur saman fyrstu ferð týsdagin 11. novemberkl. 13.00 – 15.30 – møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin er samlaður 14 hvønn dag, 7 ferðir í alt. Starvsfólk hjá Krabbameinsfelagnum leiða bólkin.


Hevur hetta tín áhuga kanst tú ringja og fáa nærri at vita, á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.