Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2025 08:29

Stjórin í danska tjóðbankanum vitjaði forkvinnuna í Fíggjarnevndini

Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Týsdagin 30. septembur 2025 var stjórin í danska tjóðbankanum, Christian Kettel Thomsen, á fundi við forkvinnuna í Fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen. Hann var í Føroyum í sambandi við fyrireikingar til árligu frágreiðing Tjóðbankans um føroyska búskapin.

Á fundinum skiftu tey bæði orð um føroysk viðurskifti í breiðum høpi, undir hesum politiska landslagið og gongdina í búskapinum. Nomið varð eitt nú við arbeiðsmarknaðarviðurskifti, vinnumál, demografiskar avbjóðingar, fíggjarpolitiskt haldføri, ætlaðar nýskipanir og infrakervi.

Á ferðini skuldi tjóðbankastjórin eisini hitta løgmann, landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnu- og samferðslumálum umframt umboð fyri Landsbankan, Búskaparráðið, Hagstovuna og Betri Banka.

Spjaldur