Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2025 08:18

Heimleiðstiltak savnaði samskiftisvinnuna

Vinnuhúsið

Samskiftisvinnan savnaðist í Vinnuhúsinum til heimleiðstiltak, har dentur var lagdur á, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu røkka marknaðum uttanlands

Hvussu røkka vit kundum uttanlands, og hvat krevst fyri at flyta eitt føroyskt vørumerki út um landoddarnar? Hetta var evnið, tá ið vinnugreinafelagið Samskifti skipaði fyri heimleiðstiltaki í Vinnuhúsinum fríggjadagin í farnu viku.

Dánjal Hoydal, ein av stovnarunum av Faer Isles Distillery, setti dagsskránna við áhugaverdari framløgu um, hvussu virkið arbeiðir við at røkka marknaðum uttanlands, tá ið tað ræður um sambond við kundar og at tryggja fígging.

Í framløguni greiddi hann eisini frá, hvussu Faer Isles Distillery fer frá fyrstu tonkunum um útflutning til ítøkiliga verkseting, og hvussu altjóða samstarv verður bygt upp stig fyri stig.

Eftir framløguna greiddi nevndin í Samskifti frá mongu fyrimununum, sum eru knýttir at limaskapi í felagnum. Serliga varð dentur lagdur á, at felagið nú er vorðið limur í Dansk Markedsføring, og at limir í Samskifti harvið fáa atgongd til eitt sterkt fakligt netverk.

Tiltakið hevði til endamáls at skipa fyri einari fakligari og sosialari løtu, har samskiftisvinnan kundi savnast fyri at deila vitan og netverka. Luttøkan var góð, og tað vísir, at stórur áhugi er fyri tiltøkum av hesum slag. 

Stutt um Samskifti
Samskifti skipar javnan fyri heimleiðstiltøkum fyri limum felagsins. Endamálið við felagnum eins væl og tiltøkunum, sum felagið skipar fyri, er at geva íblástur og kunning til samskiftisvinnuna og at taka sær av yrkisligum, felagsligum og fíggjarligum áhugamálum.