Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2025 08:17

Veðrið: Týsdagin 7. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft. Fyrrapartin okkurt ælið, men út á seinnapartin tættari millum ælini. Í kvøld frískur vindur upp í strúk av útsynningi, sum frá líður vestan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 10 stig.
Út á náttina lækkar hann aftur niður í útsynning og tað slítur í.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Móti miðdegi veksur vindurin aftur til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og aftur tættari millum ælini.

Sólarris: 07:48 Sólsetur: 18:39