Hugskotið
Á Vinnuforum 2025 fer Tórheðin J. Jensen at greiða frá arbeiðinum at seta á stovn FinEst Faroe Fund – ein vinnufremjandi íløgugrunn, sum hevur føroyskar fyritøkur í brennideplinum.
Grunnurin skal bøta um stóru avbjóðingarnar í Føroyum:
Mangul upp á marknaðarlikviditet
Mangul upp á váðafúsan kapital – serliga í fyrstu fasuni
Og tørvin á at styrkja føroyskan heimlandsstoltleika
FinEst Faroe Fund verður skipaður í samstarvi við FinEst Love VC Management í Estlandi, og hevur ES-góðkent loyvi at gera íløgur upp til 500 mió. EUR.
Hetta er eitt stórt stig móti at skapa nýggjar møguleikar fyri íløgur í føroyskum fyritøkum – og tú fært høvi at hoyra meira um hetta beinleiðis frá Tórheðini á Vinnuforum.
Fríggjadagin 10. oktober, kl. 13:00–15:30 í Kongshøll
Les meira og melda til her: hugskotid.fo/events/vinnuforum