Fólkakirkjan

Alt tað nógva kirkjufólkið varð verandi til móttøkuna, ið var í kirkjuni eftir gudstænastuna
Í gjár kundu tey hátíðarhalda á Glyvrum, at 25 ár eru liðin, síðani Glyvra prestagjald varð sett á stovn og eisini at Meinhard Bjartalíð hevur verið prestur har í 25 ár. Eftir gudstænastuna var móttøka í kirkjuni og røður vórðu hildnar.
Nógv fólk var í kirkju á Glyvrum í gjár, kanska eini 4-500, tá ið hetta dupulta hátíðarhaldið var høvið. Sálmasangurin rungaði, og eftir prædiku lívgaði Kór Glyvra kirkju um gudstænastuna við eini framførslu, sum tað so mangan hevur gjørt síni gott og væl 55 virknu ár.
Meinhard Bjartalíð, sum eisini kundi hátíðarhalda síni 25 ár sum prestur á Glyvrum, prædikaði
– Eftir gudstænastuna høvdu vit móttøku, har tey vaksnu fingu kransakøku og annað aftur við einum drekkamunni, og okkurt var eisini til børnini. Eg hugsi, at tey allarflestu, sum vóru í kirkju í gjár, eisini steðgaðu á til móttøkuna, sigur Bogi Olsen, kirkjuráðsformaður á Glyvrum, ið sjálvur var fyrsti røðarin.
Ein mikrofon var sett upp, so tað skuldi bera til at bera heilsanir fram, og kirkjuráðsformaðurin var sjálvur tann fyrsti, har hann nevndi 25 ára høvini bæði, prestagjaldið og sóknarprestin á staðnum, Meinhard Bjartalíð.
– Vit kunnu líta aftur á 25 góð ár, og nú vit í vikuni fyri grønt ljós, so vit kunnu fara undir at byggja ta nýggju kirkjuna á Glyvrum, høvdu vit eisini nakað at gleðast um frameftirlítandi, sigur Bogi, ið vegna kirkjuráðini á Glyvrum og í Rituvík og nevndina fyri bønhúsið í Søldarfirði kundi handa presti eina gávu, sum var eitt steinprent eftir Edward Fuglø.
Bogi Olsen, kirkjuráðsformaður á Glyvrum, handaði Meinhardi Bjartalíð fekk eitt listaverk eftir Edward Fuglø frá teimum trimum gudshúsunum í prestagjaldinum.
Fleiri høvdu orðið
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, segði nøkur mergjað orð, sum bæði snúði seg um prestagjaldið, men ikki minst um prestin. Teir báðir eru góðir vinmenn, og Tórbjørn spardi ikki upp á ta skemtiliga, ið setti sín dám á bæði røðuna og løtuna. Somuleiðis bar Anna Hentze frá bønhúsinum í Søldarfirði fram eina heilsan.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt eina bæði persónliga og stuttliga røðu, serliga ætlað presti.
Til staðar vóru eisini trý umboð fyri táverandi Færøernes Kommando, har Meinhard Bjartalíð var orlogsprestur frá 2005 til 2013. Seinasti ovastin har, Per Starklint, ið var komin til Føroya fyri at heilsa upp á fyrrverandi orlogsprestin, flutti eisini fram røðu.
Meinhard Bjartalíð var orlogsprestur frá 2005 til 2013 og fekk eina heilsan frá seinasta ovastanum fyri Færøernes Kommando, Per Starklint, ið her stendur millum Eli Lyngvej-Larsen og Ove Ritter.
– Tað var rørandi, at Peter Starklint var komin hendavegin bara fyri at vera við til móttøkuna og hesa hátíðarløtuna, og bæði hann Eli Lyngvej-Larsen og Ove Ritter, ið vóru við honum, mintu meg á ta góðu tíðina, eg hevði sum orlogsprestur hjá teimum, sigur Meinhard.
Fýra starvsbrøður komu at heilsa 25 ára jubilarinum: Theodor Eli Dam Olsen, Heri Joensen, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Jóannes Purkhús
– Yvirhøvur má eg siga, at dagurin í allar mátar eydnaðist stak væl. Vit høvdu eina deiliga gudstænastu og somuleiðis eina góða móttøku, og hugaligt var at síggja so nógv fólk vera til staðar. Ikki minst kundi eg eisini fegnast um, at fleiri av mínum starvsfeløgunum høvdu lagt leiðina henda vegin í gjár.
Kór Glyvra kirkju setti sum so mangan eisini sín dám á gudstænastuna í gjáramorgunin
Sunnudagsskúli í skúlabussi
Upprunaliga var ætlanin, at sunnudagsskúlin í gjár skuldi avlýsast, tí konfirmatiónsstovan, ið hýsir sunnudagsskúlanum, var upptikin í sambandi við móttøkuna, men so varð tó ikki. Veðrið var gott, meðan gudstænastan var og eina góða løtu aftaná, so umstøðurnar at gera okkurt øðrvísi vóru tær bestu.
– Toymið hjá okkum, ið so trúliga tekur sær av hava sunnudagsskúla, helt onga orsøk vera til at avlýsa sunnudagsskúlan ein slíkan høgtíðsdag, so tey høvdu fingið skúlabussin hjá Johan Sigurd Weihe at standa uttanfyri, og har fóru børnini so í sunnudagsskúla, sigur Bogi Olsen.
Til dagin varð gjørt eitt serligt “atgongumerki” til børnini, ið komu í sunnudagsskúla.
– Tað riggaði øgiliga væl, og til dagin høvdu tey eisini gjørt eitt serligt grønt “atgongumerki”, ið børnini fingu at vísa fram, tá ið tey skuldu inn í bussin. Vit kundu bara enn einaferð ásanna, at tey, ið taka sær av sunnudagsskúlanum, eisini her dugdu at síggja ein møguleika fyri eini øðrvísi uppliving, ið bæði børn og vaksin vóru glað fyri.
Henda dagin høvdu tey fingið skúlabussin hjá Johan Sigurd Weihe at hýsa sunnudagsskúlanum
Nokk so fitt av umboðum fyri kirkjuráðið í Rituvík og nevndina fyri bønhúsið í Søldarfirði vóru eisini til staðar, og aðrir gestir vóru eisini til staðar. Prátið gekk eisini væl undir móttøkuni, har fólk hugnaðu sær óført.
– Um tveytíðina mundi alt vera yvirstaðið, og tá sótu bara nakrir prestar eftir og prátaðu. Vit høvdu eisini boðið umboðum fyri kirkjuna við, men bæði bispur, dómpróstur og próstur vóru burturstaddir í kirkjuligum ørindum. Men vit fegnaðust um, at so mong komu og at dagurin eydnaðist so væl, sigur Bogi Olsen at enda.
Nógv fólk var til hátíðargudstænastuna í Glyvra kirkju, sum varð send í bæði út- og sjónvarpi
Til móttøkuna varð borðreitt við kransakøku og konfekt, og eisini var okkurt gott til børnini
Tað var ikki sørt, at láturvøddarnir vórðu mýktir undir skemtiligu røðuni hjá borgarstjóranum
Myndir: Karstin Joensen og Christian Joensen