Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.10.2025 08:10

Veðrið: Mánadagin 6. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin veksur hann vindin til frískur vindur upp í strúk, framvegis av útsynningi, 10 til 15 m/s. Í kvøld upp í skrið, 18 m/s. Hitin millum 11 og 13 stig. Í nátt minkar hann aftur til frískur vindur upp í strúk, og gongur upp í vestan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, men ú á náttina slítur í. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft, í støðum sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin 7 til 10 stig.

Sólarris: 07:46 Sólsetur: 18:42