Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.
Skrið ella stormur norðan og av útnyrðingi, 18 til 23 m/s, mest vestanfyri og sunnanfyri. Samdrigið og regn. Í kvøld minkandi vindur niður í hvassan vind ella skrið av útnyrðingi, 15 til 20 m/s. Fyrrapartin í morgin minkandi vindur niður í frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 11 stig.
Sólarris: 07:40 Sólsetur: 18:49