Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2025 12:19

Tvær ferðir boð eftir sløkkiliðnum

Mynd: Eysturoyarportalurin

Boð hevur verið tvær ferðir eftir Sløkkiliðnum í Eysturkommunu seinasta døgnið.

Í gjár fór alarmurin frá í nýggja Dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv. Tá ið sløkkiliðið kom á staðið kundi skjótt staðfestast, at talan varð um falskan alarm. Starvsfólkini á stovninum gjørdu tó alt rætt í støðuni og fingu øll børnini út á parkeringsplássið.

Og í morgun fór eldávaringarskipanini í gongd á Eldrasambýlinum í Norðragøtu. Nógvur roykur varð inni, og tá ið átaksleiðarin kom á staðið kundi staðfestatst at talan varð um royk sum kom frá einum ovni. Neyðugt varð ikki at gera meira við støðuna enn at lata vindeyguni upp og lufta væl út.