Fólkakirkjan
Sunnudagin 5. oktobur verður ein serlig gudstænasta í Glyvra kirkju, nú Glyvra prestagjald hevur 25 ár á baki og 25 ár eru liðin, síðani Meinhard Bjartalíð varð innsettur sum sóknarprestur í tí tá spildurnýggja prestagjaldinum. Eftir gudstænastuna verður móttøka við tí, sum hartil hoyrir.
Tá ið nýggja prestagjaldið á Glyvrum fór av lunnum, skuldi eisini prestur setast at røkja tað, og valið fall á Meinhard Bjartalíð, ið frammanundan hevði verið prestur í Ónagerði á Viðareiði. Fyri hann kendist tað onkursvegna sum at leita aftur til røturnar, tí ættarbond hevur hann í Lamba, har prestagarðurin er.
– Tvær av mínum langommum komu higani. Onnur giftist norður í bóndahúsið Innistovu í Vági í Klaksvík og hin norður í Glasstovuna í Árnafirði, so onkursvegna eri eg komin aftur á slóðina í gomlu bónda- og løgmansbygdini. Her hava forfedrarnir gingið fjøllini, troytt miðini á Lambavík og velt bøin, sigur Meinhard.
Nýggja prestagjaldið fevnir um Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørð og Skipanes. Hetta er eitt prestagjald við tveimum kirkjum og einum bønhúsi, og sum nevnt hevur prestur sæti í prestagarðinum á Byrgisheygnum í Lamba.
Óhøgligast til høgligast
– Eg kom frá tí mest óhøgliga prestagjaldinum, Eystan Múla, við tveimum útoyggjum, Fugloy og Svínoy, har eg vanliga fór út seinnapart fríggjadag, og so var eg ikki aftur í Ónagerði fyrr enn mánadag. So eg havi siglt til Fugloyar og Svínoyar við Másanum, har eg bæði havi upplivað brim og kyrru, sigur Meinhard.
– Sjálvur eri eg uppvaksin í Árnafirði, so tað kendist gott eftir loknan lestur í Aarhus aftur at koma út á bygd og sleppa at uppliva stórslignu natúruna á Viðareiði. Eg fekk embætið fýra mánaðir áðrenn eg var liðugur at lesa, og tað var hugaligt at flyta inn í søguríka prestagarðin í Ónagerði á Viðareiði, sum er gomul kirkjubygd. Eisini kendist tað, sum lótu yrkingarnar hjá Christian Matras seg upp fyri einum í heimbygd hansara, har hann hevði fingið so nógvan íblástur.

– Eg flutti frá Føroya óhøgligasta prestagjaldi til tað høgligasta, sigur Meinhard Bjartalíð um skifti av Viðareiði til Glyvrar
Meinhard sigur, at eftir tíðina á Viðareiði kendist tað lokkandi at leita sær víðari, tá ið møguleikin á Glyvrum stakk seg upp, og hann ásannar eisini, at hetta vóru heilt aðrar umstøður enn tær, hann hevði verið vanur við Eystan Múla.
– Tað var ein gáva at hava roynt eitt prestagjald, har veður og vindur má sær ráða í tí stórslignu natúruni. At vera prestur á útoyggj var ein lærurík tíð, og tað var nakað serligt at møta fólkunum, ið har búðu, og blíðskapur var altíð settur í hásæti og friður valdaði, sigur hann.
– Frá hesum kom eg nú til helst høgligasta prestagjald í landinum, har alt er fram eftir sløttum. Kontrasturin var øgiligur, tí her skalt tú ikki so frægt sum upp um fjøll, tí koyrandi er allastaðni. Úr Lamba skal eg ikki longur enn til Rituvíkar annan vegin og til Søldarfjarðar hin vegin, sigur hann.
Eru fallin væl til
Meinhard Bjartalíð sigur, at bæði hann og familjan eru fallin sera væl til í Lamba og í prestagjaldinum annars, sum nú í eina fjórðingsøld hevur verið karmur um lívið og gerandisdagin. Hann og prestafrúan Maria eiga trý børn og hava nú fimm ommu- og abbabørn, og øll hava trivist óvanliga væl, sigur hann.

Prestahjúnini Meinhard og Maria Dam Bjartalíð á gáttini í hugnaliga prestagarðinum á Byrgisheygnum í Lamba
– Tá ið tú hevur verið prestur á einum staði so leingi, kennir tú sjálvandi øgiliga nógv fólk. Tað snýr seg jú eisini um at práta við fólk, tá ið tú fert til handils og annað, og hetta er ein vinningur við at hava verið prestur leingi á sama stað. Tað verður eitt slag av áliti, ið byggir seg upp við árunum, sigur hann.
– Eg kann nevna, at tá ið eg hevði tær fyrstu jarðarferðirnar, kendi eg hvørki tann deyða ella tey avvarðandi, so tað kundi vera eitt sindur trupult at halda skil á øllum. Nu er tað sjálvandi heilt øðrvísi, tí tú kennir jú fólkini og hevur møtt teimum, so nú er tað ein persónligur missur hvørja ferð.
Meinhard hevur eisini hug at nevna, at samstundis sum nógv bæði blítt, fitt og dámligt fólk býr í prestagjaldinum, kennir hann seg hepnan, at hann eisini innan kirkjugátt hevur gott og dugnaligt fólk aftur at sær.
– Bæði, tá ið tað snýr seg um kirkjuráð og kirkjutænarar, kenni eg meg hepnan, tí tað er ikki hálvtalað orð, so henda tingini. Hetta eru alt fólk, sum duga væl við fólki til allar tær tænastur, kirkjan skal veita, og so má eg nevna, hvussu vakurt tað er, tá ið sangararnir til jarðarferð allir koma inn í senn so fínir í klædningi og seta seg innar í kór.
Ein gleði og eitt tilfeingi
Meinhard Bjartalíð nevnir, at tað avgjørt hevur sínar stóru fyrimunir at vera prestur í einum nýggjum prestagjaldi, tí tá hevur tú møguleikan at seta tín dám á tingini. – Aftur har havi eg kent meg priviligeraðan, tí eg havi fingið alt tað, sum eg havi peikað á, sigur presturin, sum ikki minst er kendur fyri, at bæði tónleikur og list standa hansara hjarta nær.
– Eisini var tað gott at koma til eina stolta kórtraditión á staðnum, tí her var jú Kór Glyvra kirkju, sum varð stovnsett í 1969 og henda mánaðin kemur út við eini nýggjari útgávu, sum er tikin upp í Rituvíkar kirkju. Eg havi stjórnað kórinum síðani 2002, men havi tó í ár fingið mær farloyvi og kórið er nú í góðum hondum hjá Susanne Brattaberg, sigur hann.
– Fólk eru góð við kirkjunar í prestagjaldinum, og bæði í Rituvík og á Glyvrum er góður sálmasangur. Kór Glyvra kirkju hevur ikki bara styrkt kórsangin á staðnum, men syrgir eisini fyri, at sangarar eru á loftinum at stuðla upp undir sangin hvønn einasta sunnudag í árinum.
Tvey ting hendu í 2009, ið hava sett sín dám á Glyvra kirkju. Annað var, at Meinhard Bjartalíð tók stig til at skipa forkirkjuna sum ein listaskála, og síðani hava javnan verið listaframsýningar har og eisini í kirkjurúminum. Somuleiðis fekk kirkjan eina ljósglobu hetta árið, ið gevur fólki møguleika at tendra eitt ljós fyri teimum, ið farin eru ella fyri øllum tí, ið liggur einum á sinni og hjarta hesa løtuna.
– Síðani 2012 hava vit havt sunnudagsskúla í kirkjuni, sum dugnalig fólk taka sær av. Hetta er eitt gott tilboð til barnafamiljurnar, tí sunnudagurin kann vera øgiliga uppdeildur. Lokalsamfelagið er jú broytt við árunum, so hetta er eitt sera virkið øki við fótbólti, fimleiki og nógvum øðrum, so her er ovmikið at fara til, sigur hann.
– Men bæði sunnudagsskúlaarbeiðið, kórið, listaframsýningarnar og alt tað, sum annars er knýtt at kirkjuni, er ein gleði og eitt tilfeingi, vit ikki vildu verið fyriuttan. Alt samalt er tað við til at geva okkum eitt livandi kirkjulív í prestagjaldinum.
Prestagjald í vøkstri
Ein spennandi ætlan, sum arbeitt hevur verið við í fleiri ár, er at fáa eina nýggja kirkju
á Glyvrum, tí tann gamla verri enn so altíð er nóg stór, umframt at brúk er fyri eini meira tíðarhóskandi kirkju.
– Hetta er ein spennandi tíð við eini nýggjari kirkju ávegis, og vónandi verður spakin settur í í komandi ári. Tann nýggja Glyvra kirkja kemur at vera eitt knútapunkt, bæði norðureftir og suðureftir, og hon kemur hartil at rúma eini rúgvu av møguleikum, sigur Meinhard, ið kann staðfesta, at fólkatalið eisini er vaksið nógv í prestagjaldinum hesi 25 árini.
– Eg kom higar frá einum prestagjaldi við einum 700 fólkum, og her búleikaðust tá eini 2.250 fólk. Síðani hevur fólkavøksturin verið stórur, tí í Glyvra prestagjaldi búgva nú góð 850 fólk fleiri enn tá ið eg tók við embætinum. Á Glyvrum er tvær ferðir vaksið um kirkjugarðin, bara meðan eg havi verið her, og allahalganna dag í fjør varð nýggi parturin av økta kirkjugarðinum í Rituvík vígdur.
Meinhard Bjartalíð á veg í bili til eina gudstænastu. Prestagjaldið fevnir um kirkjurnar á Glyvrum og í Rituvík, umframt bønhúsið í Søldarfirði
Umframt at hava røkt sítt prestastarv, hevur Meinhard Bjartalíð síðani 2009 verið knýttur at stundentaskúlanum á Kambsdali, har hann hevur undirvíst í latíni. Og undir kvøldskúlaskipanini hjá Runavíkar kommunu hevur hann undirvíst í trúarlæru tveir vetrar, og tann táttin ætlar hann at taka uppaftur, tá ið hann kemur aftur úr farloyvi.
– Ja, eg var so heppin at fáa lestrarfarloyvi í 2011, tá eg granskaði eysturkirkjuna við serligum denti á ikonografi og ikonteologi. Nú havi eg so aftur fingið farloyvi frá 13. oktobur til 1. februar, og hesa tíðina fari eg at granska eitt framúr orginalt ritverk, nevniliga ritverkið hjá prestinum, skaldinum og bíbliutýðaranum, Kristian Osvald Viderø – eitt sera áhugavert ritverk, har mangir streingir ljóma, sigur Meinhard Bjartalíð at enda.
– Tað er altíð gott at koma burturfrá eina løtu fyri at fáast við okkurt annað enn tað, tú í gerandislívinum tekst við til íblásturs og kveikingar.