Almanna- og mentamálaráðið
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum hevur í vikuni tikið lut á heimsráðstevnuni MONDIACULT hjá UNESCO um mentanarpolitikk og burðardygga menning.
Heimsráðstevnan MONDIACULT heitir á heimssamfelagið um at leggja størri dent á mentanarpolitikk og verju av listafólkum.
Á ráðstevnuni varð víst á samfelagsliga, sosiala og búskaparliga virðið av mentan, íkastið til átøk móti veðurlagsbroytingum og etisku viðurskiftini í sambandi við vitlíki, listarligt frælsi, verju av mentanararvi og siðaarvi og tørvin á einum sterkum altjóða samstarvi.
Niðurstøðan frá ráðstevnuni er eitt tilmæli um, at mentan eigur at verða viðurkend sum eitt sjálvstøðugt mál í komandi heimsmálum Sameindu Tjóða um burðardygga menning.
Landsstýrismaðurin tók lut í kjaki um mentan og veðurlagsátøk og um mentan, mentanararv og kreppur.
Ein av niðurstøðunum frá kjakinum um mentan og veðurlagsátøk var, at neyðugt er við tøttum samstarvi millum myndugleikar til at verja mentan og mentanararv í kreppustøðum, óansæð um tað snýr seg um veðurlag, hækkandi hav ella hóttanir av krígsstøðu.
Landsstýrismaðurin vísti í kjakinum um mentan, mentanararv og kreppur á týdningin, ið rætturin til egið mál hevur fyri eitt samfelag, og frøddist í tí sambandi um, at katalanskt var eitt av almennu málunum á ráðstevnuni í Barcelona.
At verja fjølbroytni í mentan í krepputíðum snýr seg ikki bara um minnini, men um samleika, virðing og møguleika fyri at endurskapa. Rætturin til egið mál er ein lykil til at føra víðari vitan, virðir og siðir millum ættarlið. Tí er verjan av mentan, mentanararvi og máli avgerandi fyri bæði fjølbroytni og mótstøðuføri í eini broyttari verð, segði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Føroyar skipaðu saman við hinum Norðurlondunum og Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri einum tiltaki um atgongd til mentan og listarligt frælsi. Víst varð á, at mentan, mentanararvur og listarligt frælsi eru avgerandi fyri eitt vælvirkandi samfelag. Í kreppu- og stríðstíðum verður mentan ofta mál fyri álopum – júst tí at mentan styrkir samleika, samanhald og vón. Mentan eigur tí at vera ein grundleggjandi táttur í tilbúgvingini.
Í friðartíð er mentan eitt tilfeingi – í krepputíð er tað ein bjarging. At verja mentanina í kreppustøðum er at verja mótstøðuførið hjá fólki og samfeløgum, segði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, millum annað í røðu síni á tiltakinum.
UNESCO-ráðstevnan MONDIACULT 2025 varð fyriskipað í døgunum 29. september til 1. oktober í samstarvi við sponsku og katalansku stjórnirnar. Yvir 120 mentamálaráðharrar úr 165 av heimsins londum tóku lut á ráðstevnuni umframt umboð fyri felagsskapir og onnur.
Les røðuna hjá landsstýrismanninum til Parallel Sessions
Les røðuna hjá landsstýrismanninum til norðurlendskt Side-Event
Les tíðindi um Norðurlendskt Side-Event á MONDIACULT
Les meri um MONDIACULT