Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2025 19:31

Stjóraskifti á Háskúlanum

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, luttók á hugnaligari samkomu í matarhøllini á Føroya Fólkaháskúla í sambandi við stjóraskiftið á skúlanum. Nógv fólk vóru møtt at heilsa upp á bæði fráfarandi og nýggja háskúlastjóran.

Tey takkaðu Hedvig Westerlund-Kapnas fyri stóru avrikini, hon hevur útint seinastu 6 árini sum háskúlastjóri. Samstundis bjóðaðu tey nýggja háskúlastjóranum Torkil Tórgarð vælkomnum í sessin og ynsktu honum blíðan byr á leiðini sum stjóri á kreativa háskúlanum mitt í høvuðsstaðnum.