Sunda kommuna
Leingi hevur rekkverkið við Gjógv havt tørv á at verða skift út, og tað gjørdu borgarar eisini vart við á borgarafundinum fyrr í ár. Gamla rekkverkið er rustað og illa farið. Nýtt rekkverk er bílagt og verður eftir ætlan sett upp í næstum.
Tað eru ikki altíð tær stóru íløgurnar, ið gera mun fyri trivnaðin. Tað snýr seg um at síggja tað góða í teimum smáu broytingunum. Býráðið setti sær fyri at hava borgarafundir runt alla kommununa, og fyrr í ár varð víst á ymisk viðurskiftir í øllum bygdum.
Á borgarafundinum við Gjógv varð gjørt vart við ymisk viðurskiftir. Onkur av hesum krevja størri játtan, meðan man klárar aðrar dagføringar innanfyri verandi íløgu- og viðlíkahalds rakstrarstøð.
Okkara fremsta ynski sum kommuna er at útinna vilja borgarans, og tí gleðast vit um, at nýtt rekkverk er bílagt til brúnna, veirurin er komin aftur í gjónna, og nýtt hegn og portur er bílagt til umhvørvisplássið við Gjógv.
Arbeiðini við dagføringunum verða framd í ár.
