Fólkakirkjan
Eysturoyggin var upprunaliga ein sýsla og eitt prestagjald, Nes prestagjald. Men síðstu hundrað árini hava fýra sundurbýtingar verið, so Eysturoyggin nú fevnir um Nes, Fuglafjarðar, Eiðis, Sjóvar og Glyvar prestagjøld.
Millum ár og dag hava nógvar broytingar verið við føroysku prestagjøldunum, tí frá gamlari tíð vóru tey sjey, men nú eru tey ikki færri enn sekstan í tali. Upprunaliga var hvør sýsla eisini eitt prestagjald, men Streymoyggin var tó eitt undantak, tí har vóru tvey prestagjøld, eitt fyri Norðstreymoy og eitt fyri Suðurstreymoy.
Ein stór orsøk til allar tær broytingar, sum hava verið, líka síðani Suðuroyggin í 1913 gjørdist tvey prestagjøld og vit tá fingu tað áttanda prestagjaldið, hevur verið vøkstur í fólkatalinum. Fleiri fólk eru í einum prestagjaldi, størri er arbeiðsuppgávan hjá presti, og í summum førum er so komin ein prestur aftrat.
Ein onnur broyting er eisini, at nógv fleiri kirkjur eru komnar. Beint eftir trúbótina vóru 38 kirkjur í Føroyum, men nú eru tær 62 í tali, harav gomlu kirkjurnar í Gøtu og á Nesi tó ikki longur eru í føstum brúki. Tað stóra arbeiðið at byggja kirkjur í nýggjari tíð byrjaði í 1890-árunum, og samstundis komu fleiri nýggjar kirkjubygdir aftrat.
Eysturoyggin fimm prestagjøld
Í 1928 varð aftur eitt prestagjald sundurbýtt, og hesaferð var talan um Nes prestagjald, sum varð býtt sundur í tvey, so Eysturoyggin nú hevði bæði Nes prestagjald og Fuglafjarðar prestagjald. Í 1947 kom Eiðis prestagjald aftrat, í 1974 Sjóvar prestagjald og í 2000 Glyvra prestagjald, sum í ár hevur 25 ár á baki.
Tá ið Sjóvar prestagjald varð skipað tann 1. septembur í 1974 varð Oyndarfjarðar sókn frábýtt Fuglafjarðar prestagjaldi og Sjóvar og Skála sóknir frábýttar Nes prestagjaldi. Niels Pauli Danielsen, sum í 1973 var settur í starv sum residerandi kapellánur í Nes prestagjaldi, gjørdist tá sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi. Hann búði Innan Glyvur í nýggja prestagarðinum, sum tá var bygdur á Gjaranesi.
Fyri fjóðringsøld síðani hendi fjórða sundurbýtið, tá nýggja Glyvra prestagjald varð skipað við prestabústaði í Lamba. Hetta prestagjald fevnir um Rituvík og bygdirnar inn eftir eystara armi á Skálafjørðinum, sum eru Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørður og Skipanes. Tann 1. oktobur í 2000 varð Meinhard Bjartalíð settur sum sóknarprestur í nýggja prestagjaldinum og hann røkir framvegis embætið.
Bygdirnar, ið Glyvra prestagjald fevnir um, fóru allar burtur av Nes prestagjaldi, sum tó fekk nakrar nýggjar bygdir í sín part. Tær fóru burtur av Fuglafjarðar prestagjaldi, so Nes prestagjald nú fevnir um Gøtueiði, Syðrugøtu, Gøtugjógv og Norðragøta aftur at teimum, ið vóru áðrenn: Nes, Toftir, Saltnes og Æðuvík.