Fólkakirkjan
– Neyðugt var við onkrari broyting, tí Nes prestagjald við sínum eina presti var blivið líka stórt sum alt Norðstreymoy, har tað vóru tríggir prestar, sigur Jónsvein Bech, ið var prestur á Nesi, tá ið nýggja prestagjaldið á eystara armi á Skálafjørðinum sá dagsins ljós.
Hilmar Jan Hansen
Sunnudagin 5. oktobur kunnu tey í Glyvra prestagjaldi hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin, síðani tey fingu sítt egna prestagjald. Bygdirnar, ið nú gjørdust partur av Glyvra prestagjaldi, høvdu áður hoyrt til Nes prestagjald, ið eisini varð umskipað, so tað nú eisini fevndi um ein part av bygdunum, ið áður hoyrdu til Fuglafjarðar prestagjald.
Glyvra prestagjald fevndi um Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørður og Skipanes, og upp í Nes prestagjald komu nú Gøtueiði, Syðrugøta, Gøtugjógv, og Norðragøta aftur at Nesi, Toftum, Saltnesi og Æðuvík.
– Tilgongdin at gera broytingar í Nes prestagjaldi, var longu farin í gongd, tá ið Jákup Kass byrjaði sum sóknarprestur har í 1980, greiðir Jónsvein Bech frá. Hann tók tíðliga í 1994 við eftir Jákup Kass og gjørdist seinasti sóknarpresturin á Nesi, áðrenn tað prestagjaldið varð umskipað og Glyvra prestagjald kom aftrat.
– Eg meini, at eitt tað fyrsta brævið í málinum var miðskeiðis í 1980-unum, og tað snúði seg um at fáa ein triðja prest til Nes og Fuglafjarðar prestagjald. So hendi kanska ikki so nógv, men seinni kom meira gongd í málið, og tá kom fram ynskið um at fremja ta broyting, at skipast skuldi eitt nýtt prestagjald.
Jónsvein Bech var prestur á Nesi, tá ið prestagjøldini vórðu umskipað, og hann var fyrsti prestur í Nes prestagjaldi, eftir at tað eisini fevndi um undir Gøtueiði, Syðrugøtu, Gøtugjógv og Norðragøtu
Ymsar loysnir á borðinum
Í 1990-unum varð málið tikið uppaftur, og tá var upp á tal at broyta viðurskiftini soleiðis, at talan skuldi ikki vera um tvey, men trý sjálvstøðug prestagjøld. Umframt Nes og Fuglafjarðar prestagjald skuldi koma eitt nýtt prestagjald aftrat, sum var Glyvra prestagjald.
– Neyðugt var við onkrari broyting, tí Nes prestagjald við sínum eina presti var tá blivið líka stórt sum alt Norðstreymoy, har tað vóru tríggir prestar. Sjálvur helt eg, at frægast hevði verið at gjørt sum í Suðuroynni, at havt tvey prestagjøld, og so fingið ein prest aftrat, men tá var málið komið so mikið langt, at tað kom ikki upp á tal, sigur Jónsvein Bech.
Upprunaliga var ætlanin at skipa Nes prestagjald soleiðis, at Runavík og Rituvík vórðu løgd aftur at Nes prestagjaldi, samstundis sum hinar bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum skuldu leggjast aftur at Gøtu og skipast sum eitt nýtt prestagjald. Men at deila Runavík, Saltangará og Glyvrar sundur, sum natúrliga hoyrdu saman, varð tó ikki hildið at verða eitt so gott hugskot, hóast alt.
– Tí bleiv tað til ta loysnina, ið varð vald og fekk undirtøku, og soleiðis varð nýggja Glyvra prestagjald til, sigur Jónsvein, ið sjálvur kom at vera fyrsti presturin í Nes prestagjaldi, nú tað varð umskipað, so Gøtu sókn kom uppí aftrat. Samstundis varð Meinhard Bjartalíð settur sum fyrsti prestur í nýggja prestagjaldinum.
Ár við nógvum upplivingum
– Hetta var sum at koma í eitt nýtt prestagjald. Her vóru jú tvær so fínar og nýggjar arbeiðskirkjur, Fríðrikskirkjan og Gøtu kirkja, og í báðum støðum var nógv kirkjuligt arbeiði. Í Gøtu høvdu tey gott barna- og ungdómsarbeiði og á Toftum var jú missiónshúsið við øllum sínum arbeiði. Upp á tann mátan var ikki brúk fyri at uppfinna nakað nýtt, tí her vóru longu góðar kreftir og stórur vilji at fara til verka, sigur Jónsvein Bech.
– Í báðum førum var talan um gamlar kirkjubygdir, har nógv fólk gekk í kirkju, so sum prestur kundi tú ikki ynskja tær nakað betri. At vit so fóru suðuraftur til Tvøroyrar trettan mánaðir aftaná, hevði avgjørt einki at gera við tað, men hevði meira við tað at gera, at vit sum familja høvdu stórt tilknýti og ættarbond tann vegin. Bæði á Nesi, Glyvrum og í Gøtu kendu vit okkum altíð vælkomin og høvdu tað gott árini norðanfjørðs.
Prestahjúnini Jónsvein og Heidi Bech saman við elstu dóttrini, Anniku, ið varð konfirmerað í Glyvra kirkju í 1998
Jónsvein Bech var prestur á Nesi í útivið átta ár, og ikki kann sigast annað enn, at hann mundi uppliva meira hesa tíðina, enn flestu prestar gera. Longu tá ið hann kom á Nes, var arbeiðið við nýggju Fríðrikskirkjuni á Toftum komið so mikið langt, at hon varð vígd árið eftir, og so vóru tað broytingarnar við prestagjøldunum, ið hendu fimm ár seinni.
– Jú, vit høvdu nøkur hendingarík ár tíðina á Nesi, har eg bæði gjørdist síðsti nesprestur í tí gamla prestagjaldinum og fyrsti prestur í tí nýggja, sum tá fevndi um bæði Nes og Gøtu, so hesa tíðina gloyma vit ikki. Árini á Nesi vóru í nógvar mátar ein øgiliga positiv uppliving, har vit upplivdu hjartalig og opin fólk, sum vóru góð við sínar kirkjur, sigur Jónsvein Bech.