Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2025 12:14

Nýggj framsýning á Landsbókasavninum: Mentanararvur á bókasavninum- eitt innlit í føroyska samfelagið gjøgnum tíðina

Landsbókasavnið

Landsbókasavnið hevur gjørt eina nýggja framsýning, har ein partur av føroyska mentanararvinum, ið Landsbókasavnið varðveitir, verður vístur. Framsýningin gevur eitt innlit í føroyska samfelagið gjøgnum tíðina. 

Ein av fremstu uppgávunum hjá Landsbókasavninum er at varðveita partar av mentanararvinum. Bókasavnið, ið tá æt Færø Amts Bibliotek, bleiv stovnað í 1828. Tó varð so smátt byrjað at savna inn til ein bókastovn nakað áðrenn hetta.

Bókasavnið kom at hoyra undir landsstýrið í 1948 og broytti navn til Føroya Landsbókasavn. Í 1952 kom føroyska bókasavnslógin og kunngerðin um skylduavhending bleiv lýst. Nýggjasta bókasavnslógin kom í gildi í 2024. Við skylduavhendingini fær Landsbókasavnið fýra ókeypis eintøk av øllum útgivnum føroyskum verkum, umframt at útgevarar eiga at fráboða bókasavninum um talgildar útgávur.

Skylduavhendingin umfatar ymiskt tilfar sum m.a. bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, plakatir, faldarar og tónleikaútgávur.

Við framsýningini vil bókasavnið vísa á nakað av tí tilfari, ið verður varðveitt. Umframt tað, ið verður víst á framsýningini, varðveitir bókasavnið eisini handrit og útlendskar útgávur um Føroyar. Nógv av hesum tilfari er komið inn umvegis skylduavhending, men okkurt er blivið savnað inn av bókasavninum sjálvum. Í framsýningini er dentur lagdur á føroyskt tilfar, ið er 75 ár og yngri.

Endamálið er at vísa eina av kjarnuuppgávunum hjá Landsbókasavninum – at varðveita partar av mentanararvinum – og at vísa, hvussu føroyska samfelagið er broytt gjøgnum tíðina. 

Framsýningin stendur frammi til 16. januar 2026 og tað er ókeypis atgongd. Framsýningin kann síggjast í forhøllini á Landsbókasavninum, tá bókasavnið er opið. Bókasavnið er opið mán-hósdag kl. 8.30 – 18.00 og fríggjadag kl. 8.30 – 17.00.