Almanna- og mentamálaráðið
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur sett Eilif Magnusson Arge í starv sum Brekumboð.
Eilif Magnusson Arge er 34 ár, giftur, eigur tvey børn og er upprunaliga úr Klaksvík, og býr í Hoyvík. Hann hevur kandidatútbúgving í fólkaheilsu (cand.scient.san.publ) og bachelor í sálarfrøði. Hann hevur fleiri ára royndir í donsku miðfyrisitingini, har hann hevur starvast sum fulltrúi í Ankestyrelsen í 3,5 ár og spesialkonsulentur í Social- og Boligministeriet í 1,5 ár, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroyar í august 2025. Í lestrartíðini hevur hann arbeitt sum summarfrítíðaravloysari á bústovni undir Almannaverkinum. Hann byrjar í starvinum 1. oktober 2025.
”Eg eri sera glaður fyri, at Føroya fyrsta Brekumboð nú er sett. Eg vil ynskja Eilif Magnusson Arge hjartaliga til lukku við starvinum og uppgávuni, sum byrjar við at byggja Brekumboðið upp. Eg fari við áhuga at fylgja hesum arbeiðinum, sum hann skal standa á odda fyri og mynda í samstarvi við ráðgevandi nevndina fyri Brekumboðið.”sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Brekumboðið er ein nýggj fyriskipan, sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og lívikor hjá fólki, ið bera brek. Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, birta kjak og arbeiða fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek gerst týðilig í almenna rúminum.