Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í frískan til hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Miðskeiðis í nátt snarar hann vesturum til útsynning, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og sum frá líður slítur í. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 9 til 12 stig.
Sólarris: 07:27 Sólsetur: 19:05