Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2025 20:57

Útbúgving ella útjaðaramenning

Lesarabræv

Hvat er endamálið við Heilsuskúlanum? Og livir skúlin upp til endamálið?

Hetta eru spurningar vit í politisku skipanini mugu seta okkum sjálvum, tá vit síggja, at eldraøkið manglar útbúna arbeiðsmegi – og at tørvurin fer at vaksa við rúkandi ferð komandi árini.

Endamálið við Heilsuskúlanum má vera at útbúgva starvsfólk til røkt, fyrst og fremst til eldrarøkt. At útbúgva heilsuhjálparar og heilsurøktarar, so okkara eldru borgarar eru í fakliga tryggum hondum – nú og framyvir.

Um endamálið ikki verður rokkið, mugu vit broyta verandi skipan. Alt annað er ábyrgdarleyst.

Staðsetingin av Heilsuskúlanum er ein avbjóðing

Nýggja frágreiðingin hjá Búskaparráðnum, Kommunubúskapurin og eldraøkið, vísir á, at staðsetingin av Heilsuskúlanum er ein avbjóðing. Tað sama hava vit hoyrt frá Tórshavnar kommunu, Heilsurøktarafelagnum og í gjár rópti borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, eisini varskó.

Vit útbúgva alt ov fá starvsfólk til eldraøkið – samstundis sum tørvurin á røktarstarvsfólkum veksur við rúkandi ferð. Framskrivingarnar hjá Búskaparráðnum vísa, at vit hava tørv á 450 fleiri røktarstarvsfólkum í 2035, um tey, sum verða 80+ ára gomul í 2035 hava sama tørv og somu umstøður sum í 2024. Hetta er bara orsakað av demografisku broytingunum í samfelagnum, sum hava við sær, at vit gerast alsamt fleiri eldri.

Harafturat hevur verandi starvsfólkahópur rættiliga høgan miðalaldur, og roknast kann við, at uml. 300 av teimum núverandi 950 ársverkunum á eldraøkinum, eru givin á arbeiðsmarknaðinum um 10 ár.

Tí er framtíðartørvurin á starvsfólkum munandi størri enn “bara” 450 røktarstarvsfólk, um broytingar ikki verða framdar á eldraøkinum. Kanska upp ímóti 750 ársverk!

Ein broyting, sum veruliga kann gera mun, er at bjóða útbúgvingina út, har tørvurin er.

Politisk staðseting má endurskoðast

Signar á Brúnni, sum var landsstýrismaður í undirvísingarmálum um aldarskifti, yngsti at staðseta Heilsuskúlan í Havn. Tá eins og nú, er tað best fyri eldraøkið, at tað er so lagaligt sum gjørligt at nema sær útbúgving innan økið. Harafturat er tað uttan iva bæði fakliga og fíggjarliga skynsamari at hava heilsuútbúgvingarnar í Føroyum á sama stað.

Tórbjørn Jacobsen, sum gjørdist landsstýrismaður eftir Signar á Brúnni, broytti staðsetingina og avgjørdi, at skúlin skuldi liggja í Suðuroynni. Orsøkin til staðsetingina var at menna útjaðaran.

Í dag eru uml. 350 ársverk av teimum tilsamans 950 ársverkunum innan røkt í eldraøkinum ófaklærd. Og lutfallið millum útbúgvin og ikki-útbúgvin starvsfólk bara versnar.

Tað tykist sum, at útjaðaramenning í hesum førinum hevur hægri raðfesting enn vælferð og tryggleiki hjá okkara eldru borgarum (og øllum teirra avvarandi). Tað er ikki í lagi. Vit kunnu ikki lata eldraøkið í øllum Føroyum hokna, tí at útjaðaramenning varð brúkt sum grundgeving at staðseta ein skúla í Suðuroynni fyri 25 árum síðani. Tað hevur alt ov stórar avleiðingar fyri alt ov nógvar føroyingar.

Okkara fremsta uppgáva er at tryggja okkara borgarum tryggar karmar at liva og virka undir – og eitt sterkt trygdarnet, sum loftar borgarum, um tørvur er á tí. Og júst á eldraøkinum, er stórur og vaksandi tørvur á einum fakliga kompetentum og sterkum trygdarneti – sum verður rikið so fíggjarliga skynsamt, sum til ber.

Útbúgving og arbeiði

Tað er átroðkandi neyðugt, at tey, sum arbeiða í eldraøkinum, kunnu fara undir útbúgving meðan tey eru í teirra egna starvi. Annars gongur tað fyrst og fremst út yvir okkara eldru borgarar, men tað fer eisini at gera arbeiðsbyrðuna ómenniskjaliga tunga hjá starvsfólkunum, sum eru eftir til arbeiðis. Eldraøkið manglar sum er starvsfólk – og um ein munandi partur verður tikin frá í útbúgvingarørindum, so eru ov fá eftir at lyfta uppgávuna.

Vit mugu tí gera útbúgvingarskipanina so smidliga og ómakaleysa fyri ófaklærdu starvsfólkini á eldraøkinum sum yvirhøvur gjørligt. Vit mugu viðurkenna, at tey, sum eru í starvi á eldraøkinum, eru í stóran mun kvinnur, sum eru komnar nakað til árs, hava familju og børn – og tí ikki bara kunnu skrykkja teltpelarnar upp og flyta alla familjuna fyri at nema sær útbúgving.

Vit mugu virka fyri, at tað ber til at taka útbúgving til eldraøkið, har flestu føroyingar búgva. Tað skal bera til at taka útbúgvingina uttan at hava dupult húsarhald, flyta børn úr stovnum, skúlum og frítíðarítrivi og uttan at missa tilknýtið til arbeiðsplássið – sum hevur so stóran tørv á arbeiðsmegini.

Liljan Weihe

Løgtingskvinna, Tjóðveldi