Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2025 13:31

Veðrið: Sunnudagin 28. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum eitt skifti minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Út á náttina frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, fyrrapartin í morgin vaksandi til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Hálvskýggjað og turt ella okkurt ælið, men út á fyrrapartin í morgin verður samdrigið og sum frá líður regn vestaneftir. Hitin um dagin 8 til 12 stig, í nátt niður í 6 stig í støðum.

Sólarris: 07:25 Sólsetur: 19:08