Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.09.2025 11:00

Veðrið: Leygardagin 27. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Frískur vindur upp í strúk millum sunnan og landsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og yvir høvur turt, tó vestanfyri okkurt ælið. Seinnapartin veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s, og regn eitt skifti. Út á náttina frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, fyrrapartin í morgin lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig, í nátt niður í 5 stig í støðum.

Sólarris: 07:22 Sólsetur: 19:12