Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2025 22:02

Asfaltarbeiðið á Elduvíkarvegnum heldur fram

Landsverk boðar frá, at Elduvíkarvegurin verður stongdur fríggjadagin 26. sept. millum kl. 09 og 18. Ferðslan verður leidd ígjøgnum eftir tørvi, tó kann roknast við nakað av bíðitíð – upp til hálvan tíma.

Um veðrið loyvir tí, verður eisini arbeitt mánadagin og týsdagin í komandi viku. Nærri verður kunnað seinni.