Lesarabræv
Í Føroyum vórðu framdar í miðal 39 fosturtøkur fyri hvørjar 1000 barnsburðir í tíðarskeiðnum 2013-2022. Í Danmark vórðu framdar í miðal 251 fosturtøkur fyri hvørjar 1000 barnsburðir í sama tíðarskeiði.
Ein heilt ófatiliga stórur munur – og nú sær út til, at vit veruliga fara at kopiera fríu donsku fosturtøkulógina.
FER HETTA AT FØRA TIL FLEIRI FOSTURTØKUR, HELDUR TÚ?
Soleiðis ljóðaði ein spurningur í sendingini, Breddin, í gjár. John Johannesen, journalistur, spyr um nýggju fosturtøkulógina, og Katrin Kallsberg, serlækni á økinum, svarar: “Eg eri eitt sindur ivasom tí viðvíkjandi. Eg vænti ikki, tað verða nógv fleiri fosturtøkur, eg vænti tað ikki…”
Og tað er sjálvsagt ikki ordiliga til at vita, hvat fer at henda, men onkrar ábendingar eru, sum allarhelst ikki eru heilt ósannlíkar. Lógaruppskotið er nevniliga meiri ella minni eitt beinleiðis kopi av tí donsku lógini, og har eru nógv hagtøl at heinta.
ÓHUGNALIGUR MUNUR Á FØROYUM OG DANMARK
Eyðdis og so tey trý úr samgonguni, sum leggja lógaruppskotið fram, siga, at eitt høvuðsendamál við nýggju fosturtøkulógini er at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt.
15. mai í fjør spurdi eg táverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum, Margit Stórá, sonevndan §52 munnligan fyrispurning um
fosturtøkutøl. Fyrispurningurin fevndi millum annað um hesar
spurningarnar:
– Hvussu nógvar fosturtøkur eru framdar í Føroyum seinastu 10 árini?
– Eru føroysku fosturtøkutølini lægri enn tey donsku, tá tey verða samanborin?
Og svarini vóru millum annað:
– Í FØROYUM vórðu framdar í miðal 39 fosturtøkur fyri hvørjar 1000 barnsburðir í tíðarskeiðnum 2013-2022.
– Í DANMARK vórðu framdar í miðal 251 fosturtøkur fyri hvørjar 1000 barnsburðir í sama tíðarskeiði.
Ein heilt ófatiliga stórur munur!
HVÍ SO STÓRUR MUNUR Á FØ OG DK?
Í sama Bredda í gjár, nevnir Katrin Kallsberg orðingina “instillingurin í samfelagnum”, tá tað kemur til fosturtøku. Hon nevnir ófatiliga stóra munin á føroysku fosturtøkutølunum samanborið við m.a. Danmark, Norra og Grønland – munurin hevur nakað við “instillingin” í samfelagnum at gera, sambært Katrini. Tað eri eg samdur við henni í.
Tað liggur ein virðing fyri lívinum í føroysku fólkasálini. Kristna lívsáskoðanin hevur sett síni djúpu spor, og hon hevur sjálvsagt eisini verið við til at mynda lóggávu okkara gjøgnum tíðirnar. Uttan iva eisini restriktivu fosturtøkulógina frá 1956, har tað hóast alt verður tikið nakað av fyriliti fyri barninum eins væl og mammuni.
Nú fara vit at kopiera lógina, sum er galdandi í Danmark, og vænta lægri fosturtøkutøl? Og hvussu man fara at verða við “innstillinginum í samfelagnum”? Verður hann óbroyttur?
FRÍA FOSTURTØKAN STÓRAR AVLEIÐINGAR
Sambært danska søgufrøðinginum, Lau Sander Esbensen, sum hevur granskað og givið bók út um donsku fosturtøkusøguna («Thi Livet er Stærkere end Loven – Danmarks moderne aborthistorie» Syddansk Universitet, 2014), so var fosturtøkutalið – lógligar og ólóligar fosturtøkur taldar við – í árunum 1968-70 mett til umleið 8000-10.000.
Eftir at frí fosturtøka varð sett í gildi í 1973, fór talið heilt upp á umleið 28.000 fosturtøkur, men lækkaði so líðandi, og tað liggur nú nokkso konstant millum 14.000-16.000 árliga – tó er tað ongantíð komið niðurum tær 8000-10.000, sum tað var áðrenn fríu fosturtøkuna.
FÓLKASÁLIN OG FRÍA FOSTURTØKAN
Tað sær út til, at fría fosturtøkan flutti “innstillingin í samfelagnum” rættiliga markant í Danmark, og talið á fosturtøkum er framvegis nógv, nógv hægri enn tað var áðrenn. 12 vikurs markið er longu flutt til 18 vikur, og danir tosa av álvara um aktiva deyðshjálp.
Fría fosturtøkulógin er púra greitt áskoðanarmyndandi – hon ávirkar og flytir “innstillingin í samfelagnum”. Hon ávirkar og flytir fólkasálina. Fría fosturtøkan fer sjálvsagt at nartla burturav virðingini fyri lívinum í føroysku fólkasálini, sjálvsagt.
Verður lógaruppskotið samtykt, so fáa vit eina heilt ómetaliga fría fosturtøku, tí undantøkini, sum kunnu gevast eftir viku 12, eru so ómetaliga mong. Og sjálvsagt fer 18 vikur at verða eitt krav um ikki so langa tíð. Sjálvsagt. Mørkini verða flutt, og fólkasálin tambað, til hon at enda skrædnar og er farin.
Eg vóni so inniliga, at málið fellur.
Eg vóni samstundis, at vit kunnu finna eina loysn, eina føroyska loysn á hesum djúpa og álvarsama máli, sum kloyvir bæði flokkar og fólk.
Bárður á Lakjuni
Tingmaður fyri Fólkaflokkin