Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2025 11:03

Føroysk rognkelsisgransking í World Aquaculture Magazine

Firum

Í september 2025 útgávuni av World Aquaculture Magazine er ein grein við um føroyska rognkelsisgransking, sum varpar ljós á, hvussu vit í Føroyum hava brúkt vitan um vill rognkelsi til at betra um trivnað og nýtslu av rognkelsum í aliringum.

Sandra Ljósá Østerø og Kirstin Eliasen hava skrivað greinina, ið ber heitið “Utilizing Wild Lumpfish Insights to Enhance Welfare and Performance of Lumpfish in Aquaculture”.

Síðani fyrstu rognkelsini vórðu sett út í føroysk alibrúk sum lúsaátarar í 2014, hevur verið arbeitt miðvíst við at menna vitan, sum kann betra um bæði trivnað og virknað hjá rognkelsunum. Eitt týdningarmikið stig í hesum arbeiði hevur verið at menna vælferðarávísar (OWI) serliga til rognkelsi.

Tá rognkelsini fyrst vórðu nýtt í alingini, vóru tey ein nýggjur alifiskur, og vitanin um teirra tørv og atburð var avmarkað. Í Føroyum hava granskarar tí í stóran mun tikið støði í villum rognkelsum sum eitt náttúrligt grundarlag fyri granskingina. Í greinini verður m.a. víst á, hvussu liturin á livrini og vøkstur hjá villum rognkelsum kunnu nýtast sum ábendingar um heilsustøðuna hjá rognkelsum í alingini.

Greinin byggir á úrslit frá fleiri føroyskum verkætlanum. Samstundis verður dentur lagdur á týdningin av einum góðum samstarvi millum vinnu, almennar stovnar og gransking – ein serlig styrki í einum lítlum landi sum Føroyar, har vegurin millum partarnar ofta er stuttur.

Sum nakað serligt er ein mynd úr greinini forsíðumynd á útgávuni av World Aquaculture Magazine. Myndin er tikin á alibrúkinum í Miðvági.

– Leinkja til tíðarritið World Aquaculture Magazine, trýst her.

– Greinin kann lesast á síðu 32 til 35, ella við at trýsta her.

(Mynd: World Aquaculture Magazine forsíðumynd, sep. 2025)

Spjaldur