Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2025 08:20

U16 gentur hjá Skála greipuvinnarar

Mynd frá, tá ið Skála U16 vunnu gentir steypafinaluna síðsta vikuskifti (Mynd: Skála ÍF)

Umframt at vinna Eilif Arge steypafinaluna 2025 tann 13. septembur, tryggjaðu U16 genturnar sær føroyameistaraheitið í gjárkvøldi, tá tær á heimavølli vunnu 3-0 ímóti KÍ.

Málskjúttar: Sara Benjaminsen (2) og Lovisa Jacobsen.

U16 gentur hava vunnið Eilif Arge steypið tríggjar ferðir síðan 2014, tá spælt var um hetta ferðasteypi á fyrsta sinni.

Av tí at tað nú hevur verið spælt um steypið í fleiri enn 10 ár, og Skála ÍF hevur vunnið steypið oftari enn nakað annað felag hetta tíðarskeið, hevur Skála ÍF nú vunnið Eilif Arge ferðasteypið til ognar.

Skála ÍF hevur verið í steypafinaluni í 2020, 2022, 2023, 2024 og 2025, og vunnið í 2020, 2023 og 2025.