Fyritøkan Fjord í Fuglafirði hevur gjørt samstarvsavtalu við íslendsku fyritøkuna Elding Whale Watching.
Samstarvið merkir, at føroyskt sniðgivnir brúkslutir frá Fjord nú eisini verða seldir í sølubúðum í Reykjavík og Akureyri.
Elding Whale Watching er ein viðurkend familjufyritøka við 25 árum á baki, og er ein av fremstu fyritøkunum í Íslandi innan hvala-safari. Elding hevur útferðabátar og sølubúðir í Reykjavík og Akureyri, og tey fáa túsundtals vitjandi hvørt ár.
Samstarvið byrjaði heilt av tilvild, tá eigararnir av Elding vóru á vitjan í Føroyum, og eins og onnur ferðafólk, komu inn í sølubúðina hjá Fjord í Fuglafirði. Tey blivu somikið hugtikin av vørunum, ið listakvinnan Suffía Nón hevur skapað, at tey – hóast øll myndevnini vóru føroyskt – beinanvegin ynsktu at bíleggja vørur til teirra sølubúðir í Íslandi.
Vørurnar við føroysku myndevnunum seldu framúr væl í Íslandi, og tað vísti seg skjótt, at áhugin fyri einum tættari samstarvi var somikið stórur, at avtala bleiv gjørd at Fjord skuldi sniðgeva vørur við íslendskum myndaevnum.
Í august fór so fyrsta sendingin av Fjord vørum, við íslendskum myndaevnum, til Ísland. Suffía hevði tá verið og vitjað í Íslandi fyri at fáa íblástur til vørurnar, ið hava myndevnir so sum Geysir, Hallgrímskirkja, Kirkjufell osfv.
Sjálvt um vørurnar hava íslendsk eyðkennir, hava tær sama litfagra snið, dám og huglag sum føroyingar longu kenna frá teimum føroysku vørurnum hjá Fjord.
– Hetta er eitt stórt stig fyri eina lítla føroyska fyritøku sum okkara, sigur Suffía Nón.
Eg hevði í mínum stilla sinnið viðhvørt hugsað, at tað hevði verið ordiliga spennandi at roynt at komið inn á íslendska marknaðin, men eg hevði als ikki droymt um at ein íslendsk fyritøka soleiðis bara møtti upp í handlinum. – Sjálvt um hetta krevur nógva tíð og orku, so er tað framúr spennandi, og vit koyra á!
Fjord hevur ment seg frá at vera eitt frítíðarítriv, til at vinna heiðurin sum Ársins Íverkseti 2024, og í februar 2025 at vinna heiðurin sum Føroya Besta Vørumerki; og so nú sniðgeva brúkslutir til aðrar marknaðir. Allar vørurnar verða sniðgivnar av Suffíu Nón, sum fær íblástur í føroysku náttúruni, mentanini og siðaarvinum. Suffía eigur og rekur fyritøkuna saman við manni sínum, Boga Nón.