Betri
Betri samtakið hevur í ár játtað 3 milliónir krónur til sjey ymiskar kanningar og granskingarverkætlanir.
Endamálið hjá Betri samtakinum er millum annað at skapa tryggleika í Føroyum við at stuðla samfelagsgagnligt virksemi.
Betri samtakið hevur millum annað lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum og á henda hátt vera við til at styrkja okkum sum samfelag.
Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum.
Í 2025 er stuðul latin til hesar granskarar:
• Anna Elisabeth Holm, Fróðskaparsetrið, Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður. At menna málrættaða annaðmálsundirvísing til vaksnar tilflytarar
• Eina H. Eliasen, Fróðskaparsetrið, Umskifti til pensjónslívið og trivnaður hjá føroyingum
• Ingi H. Højsted, Phd.lesandi, Fróðskaparsetrið, At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans
• Karin Habermehl-Cwirzen, Fróðskaparsetrið, Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar
• Tróndur M. Sandoy og Erika Heyfield, Fróðskaparsetrið, Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttalig tilgongd
• Maria M. Dahl, Phd.lesandi, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Kortlegging av Føroysku PMCV smittusøguni – virusið handan laksasjúkuna CMS (hjartaklovningur)
• Ulrike Steuerwald, Heilsugranskingareindin hjá Sjúkrahúsverkinum, Genetisku orsøkirnar til idopatiska hyperketosu í Føroyum
• Heidi Wolles Ljósheim, Phd.lesandi, University of Edinburgh, numerical methods for interacting particle systems and application to PDE- constrained optimazation
Harumframt er stuðul játtaður til frálæru um trygd á sjónum, sum Sjónám umsitur.
Í ár komu 23 umsóknir inn og søkt varð um 8,3 mió. krónur.
Tú kanst lesa meira um, hvat Betri samtakið hevur stuðlað á betristudul.fo