Vit sóknast eftir royndum maskinsmiði at gerast partur av okkara evnarríka, dugnaliga og framsókna toymi.
Starvsplássið er á Kambsdali, men starvið inniber eisini, at tú fert út til okkara kundar til ymiskar arbeiðsuppgávur kring landið.
Starvið umfevnir m.a.:
- Uppsetan av skipanum
- Viðlíkahald og nýgerð umborð á fóðurflakum og á smoltstøðum
Send okkum tína umsókn, við møguligum viðkomandi skjølum, til leivur.hansen@groaqua.io, í seinasta lagi 5. oktober. Starvsbyrjan er eftir avtalu.
Hevur tú spurningar
So ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur.hansen@groaqua.io ella tlf. 77 44 60.
——————
STUTT UM OKKUM
GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin.
Við 100 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Norra, Skotlandi, Danmark og Póllandi, miða vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.