Sjóvar kommuna
Kommunustýrisfundur 25.09.2025, klokkan 17:00
Mál nr.: 540-5-2025, keyp av arbeiðsbili
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tørvur er á nýggjum arbeiðs/kavabili. Vit hava fingið prís frá trimum ymiskum veitarum. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum. Mælt verður til at keypa plógv til bilin. Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-691. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 540-4-2025, Heilsumiðstøðin, reinsa og mála takið
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tvey tilboð eru komin inn. T&B nevndin mælir til at taka av lægra tilboðnum. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-220. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 542-6-2024, mála skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Biðið er um tilboð at mála nýggja klædningin, úthangi og eystaru síðu á skúlanum.
Tvey tilboð eru komin inn. T&B mælir til at taka av øðrum tilboðnum. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 546-1-2025, havnalagið á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Útbygging av atløgubryggju og havnaøkinum á Hulki. Tilboð er komi at binda báðar kajirnar saman. Vinnunevndin mælir til at arbeiðið fer í gongd og biður fíggjarnevndina koma við uppskoti um fíggjingarleist at leggja fyri kommunustýri. Fíggjarnevndin mælir til at seta 5,5 mió kr. av í 2025 á RS-751 – regulerast av RS-665 Vinnuøkir. Restin av íløguni verður avsett í samband við fíggjarætlanina fyri 2026. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 546-4-2025, bryggjan á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Í fíggjarætlanini fyri 2025, blivu kr. 600.000 settar av til at seta Zink-anodur á nýggju bryggjuna á Hulki. Tilboð fyri zink-anodur v/montering fyriliggur. Vinnunevndin mælir til at taka av tilboðnum kr. 503.271. Lagt fyri fíggjarnevnd. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndin. Peningur er tøkur á RS-751. Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: 211-3-2025, eykajáttanir 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
RS-412 Skúlin rakstur kr. 400.000 – umvæling av skúlastovum o.a.
RS-130 Kommunuskrivstovan rakstur kr. 140.000 – lønir, forrit til staðarnøvn, gravir o.a.
RS-710 Renovatión rakstur kr. 60.000 – bingjuplássið
RS-220 Heilsumiðstøðin kr. 400.000 – klárgering av hølum til ein lækna afturat.
RS-410 Skúlin felags kr. 100.000 – flutningur og skúlagjald aðrir skúlar
Fíggjast við tøkum peningi.
RS-413 Skúlin íl. Kr. 400.000 flyta játtan frá 2024 til 2025
RS-611 Umsiting av ognum íl. – Kr. 400.000 regulerast av hesi konto.
Fíggjarnevndin tekur undir broytingunum. Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: 211-2-2025, fíggjarætlan 2026
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot at leggja fyri kommunustýri áðrenn 1. oktober. Fíggjarnevndin hevur gjørt uppskot at leggja fyri kommunustýri at arbeiða við.