Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.09.2025 08:12

Veðrið: Mánadagin 22. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Fyrst frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Sum frá líður minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og tað slítur í. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. 

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og turt fyri tað mesta, vestanfyri kanska tám ella okkurt ælið støðum. Hitin um dagin 6 til 11 stig, í nátt niður í 3 stig.

Sólarris: 07:09 Sólsetur: 19:28