Lesarabræv
Erling Eidesgaard hevur eina grein í fjølmiðlunum, sum skal eitast fyri at vera okkurt slag av aftursvari til mín. Men hann hevur nokk misskilt okkurt av tí sum eg skrivaði, og tí loyvi eg mær at koma við hesi rættleiðingini.
Eg havi ikki sagt, at blokkstuðulin rindar fyri alt heilsuverkið í Føroyum. Greinin hjá mær snúði seg um viðgerðina av sjúklingum UTTANLANDS. Hana rindaði danska Innlendismálaráðið alla sum hon var, áðrenn Tjóðveldi broytti stuðulsskipanin til blokkstuðul. Eftir at skipanin var broytt, blivu pengar sum svaraðu til kostnaðin av hesum viðgerðunum sendir til Føroya sum partur av blokkstuðlinum. Tí sigi eg, at tað er skeivt at siga, at føroyingar rinda alt sjálvir, tí landskassin fær pengar úr danska statskassanum at rinda hesa rokningina við.
At føroyingar síðani, av sínum eintingum, hava valt at lækka blokkstuðulin, er ein onnur søga. Men at siga at hendan minkingin hevur gjørt landskassan meira “sjálvstøðugan” er fullkomiliga misskilt.
Um aldarskiftið var avlopið hjá landskassanum einar 700 mió. krónur íroknað blokkstuðulin, sum tá táttaði í einari milliard. Tað vil siga, at har manglaðu einar 300 mió. krónur í, fyri at inntøkur og útreiðslur samsvaraðu uttan blokkstuðul.
Nú er blokkstuðulin minkaður niður í eina hálva milliard, men avlopið hjá landskassanum er minkað við eini heilari milliard. So nú manglar nógv meira í, fyri at landskassin kann rinda allar útreiðslurnar sjálvur uttan blokkstuðul.
Nei eg havi einki ímóti, at føroyingar rinda sínar útreiðslur sjálvir, men tað krevur ein heilt annan fíggjarpolitikk enn tann, sum vit hava sæð tey seinnu árini. Avlopið hjá landskassanum er minka nógv skjótari enn blokkstuðulin er minkaður, og nú hevur landskassin hundraðtals milliónir í undirskoti. – Tað ger okkum ikki meira sjálvstøðug.
Viðvíkjandi fólkaatkvøðuni í 1946, sum Erling eisini skrivar um, er støðan so ikki tann, at fimm flokkar á Løgtingi eru blivnir samdir um eina nýggja skipan, sum onkursvegna ógildar fólkaatkvøðuna? Hava Tjóðveldisfólk ikki altíð sagt, at føroyingar valdu loysing í 1946? Og er tað ikki rætt, sum onkur av teimum fimm flokkunum sigur, at nýggja skipanin er nakað heilt annað enn loysing? Ber tað til at fáa eina frágreiðing um, hvussu hesi tingini hanga saman?
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður