Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2025 14:16

Fundur í Føroya Váðaráði 15. septembur 2025

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Landsbanki Føroya

Føroya Váðaráð hevur hildið 31. fundin og metir framvegis, at tað ikki eru tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Tað gongur framvegis væl í føroyska búskapinum. Lutfalsliga lági BTÚ-vøksturin í 2025 er ikki tekin um lægri virksemi í búskapinum, men at lægri laksaprísurin hevur ávirka BTÚ í ársins prísum, tí framleiðslan er økt. Tað er framvegis avlop á handilsjavnanum, og harafturat er arbeiðsvirknið stórt og arbeiðsloysið lágt. Sambært bankunum hava rentulækkingarnar og lønarhækkingarnar økt um tiltøkupeningin hjá húsarhaldunum, og tað hevur elvt til øktan eftirspurning eftir fígging. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 7,5% í juli 2025 og stavar serliga frá útlánum til privatu vinnuna, og síðani til kommunur og húsarhald. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna var 10,6% í juli 2025, og hann er sostatt øktur nógv samanborið við tíðarskeiðnum frá á vári 2024 til várið 2025, tá ið hann var negativur.

Tað gongur framvegis væl í føroyska búskapinum. Arbeiðsvirknið er stórt og arbeiðsloysið er lágt. Lutfalsliga lági  BTÚ-vøksturin, sum er mettur fyri árið 2025, er ikki tekin um, at virksemið í búskapinum er minkað, men at lækkaði laksaprísurin hevur ávirkað BTÚ í ársins prísum, tí framleiðslan av laksi er økt. Á øðrum fiskasløgum hevur tað verið prísvøkstur, og tað stuðlar, saman við størri nøgdum av útfluttum laksi, upp undir vøksturin í útflutninginum. Samstundis er innflutningurin minkaður, og tað er bæði orsakað av lægri nøgdum av millum annað innfluttum skipum og bilum, og tí at prísurin á brennievni er lækkaður. Tað er sostatt framvegis avlop á handilsjavnanum. Á fíggjarlógini er hinvegin hall. Tað er óskynsamt, at landskassin ikki er vorðin konsolideraður í góðu tíðunum, tí tað ger búskapin meira sárbæran fyri øktu geopolitisku óvissuni.

Rentulækkingarnar og lága inflatiónin stuðla undir privatu nýtsluna saman við lønarhækkingunum og skattalættunum, sum húsarhaldini hava fingið. Hóast húsarhaldini tykjast at vera minni bjartskygd í nýggjasta konjunkturbarometrinum, sæst ikki á hagtølunum fyri kortnýtslu, at nýtslan er lækkað. Sambært bankunum hava rentulækkingarnar og lønarhækkingarnar økt um tiltøkupeningin hjá húsarhaldunum, og hetta hevur millum annað elvt til øktan eftirspurning eftir fígging. Sethúsaprísirnir halda á at vaksa, og hetta kann bæði benda á, at útboðið av bústøðum ikki megnar at fylgja við eftirspurninginum, og at batnaða fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum merkir, at tað nú eru eitt sindur fleiri húsarhald, sum kunnu bjóða uppá eini sethús. 

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum er øktur og var 7,5% í juli 2025, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Útlánsvøksturin stavar serliga frá útlánum til privatu vinnuna, og síðani til kommunur og húsarhald. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var 0,9%, og samlaði útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var 6,7% í juli 2025. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna var 10,6% í juli 2025, og hann er sostatt øktur nógv samanborið við tíðarskeiðnum frá á vári 2024 til várið 2025, tá ið hann var negativur. Tað kann vera tilvildarligt nær útlánsvøksturin til vinnuna minkar ella veksur. Seinasta árið eru skip og fyritøkur handlaði, samstundis sum, at nakrar stórar privatar verkætlanir eru settar í verk. Útlánsvøksturin til vinnuna stavar frá útlánum til bæði tilfeingis- og tænastu vinnuna (m.a. innan flutning). Útlánsvøksturin til kommunurnar var 7,5%, meðan hann var 6,3% til húsarhaldini í juli 2025.

Innlánini í føroysku bankunum vaksa framvegis; innlánsvøksturin var 10,5% í juli 2025 frá føroyskum kundum. Frá húsarhaldunum var innlánsvøksturin 6,9%, og frá privatu vinnuni var hann 13% í juli 2025, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Samlaða innlányvirskotið í føroysku bankunum, íroknað deildina hjá Føroya Banka í Grønlandi, var 3,8 mia. kr. í juli 2025 og er vaksið yvir 1 mia. kr. uppá ein mánað (frá juni til juli 2025). Føroya Váðaráð er varugt við, at hækkingin í innlányvirskotinum er stórt, men heldur eyga við um hækkingin fer at vísa seg at vera varandi ella bert fyribils.

Føroya Váðaráð metir ikki, at tað eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, og heldur framvegis eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Onnur evnir

Tap og avsetingar hjá føroysku bankunum eru framvegis eru á lágum støði; avsetingarnar eru umleið 2% av samlaðu útlánunum og veðhaldunum. Bankarnir hava síðani 2022 sett millum 3,4% og 3,8% av ímóti tapi á útlánum og veðhaldum til vinnuna, meðan avsetingarnar á útlánum til húsarhaldini hava verið millum 0,8% og 1% í sama tíðarskeiði.

Váðaráðið hevur eisini kunnað sær um føroysku fyritøkurnar í ymsu vinnugreinunum. Váðaráðið hevur serliga savnað seg um fyritøkur, sum hava skuld omanfyri 10 mió. kr. og eitt skuldarlutfall omanfyri 60%.

Váðaráðið hevur harafturat mett um solvensin hjá báðum pensjónsfeløgunum og báðum tryggingarfeløgunum í Føroyum. Øll fýra feløgini høvdu góðan solvens við árslok 2024.