Firum
Nýggj vísindagrein um bakteriusamfeløg hjá rognkelsum komin út í vísindaliga tíðarritinum PlosOne.
Asa Jacobsen, Agnes Mols Mortensen, Kirstin Eliasen, Elin Egholm, Marner Nolsøe og Ása Johannesen hava givið út vísindaligu greinina í tíðarritinum PlosOne.
Granskarar á Firum hava kannað bakteriusamfeløg á skræðu og í táknum hjá rognkelsum í aliringum. Samanberingar vórðu gjørdar ímillum rognkelsi, sum høvdu tara ella plastikk sum skjól í upp til tríggjar mánaðar. Skjólini sjálvi vórðu eisini kannað. Úrslitini vísa, at bakteriusamfeløgini á tara- og plastikk- skjólum eru sera ymisk og at fleiri sjúkuelvandi bakteriur vóru at finna á skræðuni hjá rognkelsum, sum høvdu plastikkskjól. Vælferðarkanningar vístu ongar munir, so týdningurin av bakteriusamfeløgum má kannast undir øðrum umstøðum, sum til dømis undir strongd ella yvir longri tíðarskeið.
Granskingin varð partur av verkætlan, sum snúði seg um hvussu taraskjól kunnu ávirka lúsaát hjá rognkelsum umvegis betri vælferð og broytta atferð. Lúsaátið varð ikki ávirkað av slagnum av skjóli í hesum førinum. Verkætlanin er fíggjað av norska grunninum FHF og útførd í samstarvi við Bakkafrost og Tari.
Greinin ber enska heitið: “Effect of plastic and seaweed shelters on the skin microbiome of lumpfish Cyclopterus lumpus used as cleaner fish in aquaculture pens”
Greinin kann lesast í tíðarritinum PlosOne her
Tak grein niður sum pdf fílu her

Landafrøðiliga staðsetingin av arbeiðsøkinum og royndaruppseting í Froðba. Kortdátu eru frá Umhvørvisstovuni og fevna um dýpdarkurvar á 5 m. Aliringar nr. 4, 7 og 12 høvdu tara-skjól. Aliringar nr. 1, 3 og 8 høvdu plast-skjól, og hinir ringarnir vórðu ikki nýttir í hesi kanning.

Stig (level) av gróðri á tara- og plastskjólum:
1 = eingin gróður; 1.5 = lítil gróður; 2 = nakað nógvur gróður; 2.5 = nógvur gróður; 3 = sera nógvur gróður.

Mát av heilsustøðu hjá rognkelsum. Ovara myndin vísir heilsustøðina á húð, og niðara myndin vísir heilsustøðu á fjaðrum. Punktini vísa miðalvirði, og strikurnar vísa standardfrávik fyri møguligu flokkarnar 1, 2 og 3, sum umboða ávikavist góða, miðalgóða og vánaliga heilsustøðu.