Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2025 13:26

SKS hevur fingið nýggjan stigabil

Á myndini: Teir tríggir borgarstjórarnir saman við Borgar Hansen, Fróða Danielsen og Sunleiv Højgaard frá Sløkkiliðnum (Mynd: Nes kommuna)

Nes kommuna

Nýggi stigabilurin hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði kom til Føroya fyrr í mánaðinum.

Tað var í fjør heyst, at sáttmáli varð gjørdur við RK Brand & Teknik í Ringe um at útvega ein Scania stigabil frá Rosenbauer í Karlsruhe í Týsklandi, har bilurin er uppbygdur.

Økið við Skálafjørðin er í stórari menning, og nýggir bygningar koma í næstum, sum hava alsamt fleiri hæddir. Eisini gerast ferðamannaskipini hægri og hægri. Íløgan  í 32 m langa stigan var tí alneyðug hjá SKS. Kostnaðurin er slakar 6,5 mió. kr.

Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. Felagsskapurin var stovnaður fyri 51 árum síðan, tann 4. september 1974.  Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.300, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.

Í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í nevndini er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varaleiðarin til fundirnar.

Í tilbúgvingarnevndini sita nú:

Súni í Hjøllum, formaður

Hans Anders Jacobsen, næstformaður

Tórbjørn Jacobsen

Terje B Vestergaard

Pauli Poulsen

Sunleiv Højgaard og

Hans L. Djurhuus