Veðurstova Føroya
Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt. Í nátt lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.
Sólarris: 06:59 Sólsetur: 19:41