Løgtingið
Í vikuni hava septemburfundir Norðurlandaráðsins verið í Oslo. Føroysku limirnir, Johan Dahl og Høgni Hoydal, hava luttikið á fundunum.
Á fundinum hjá formansskapi Norðurlandaráðsins bleiv aftur einmælt samtykt, at Føroyar frameftir skulu hava fastan sess í formansskapinum. Málið verður lagt fram á ársfundinum í Stokkholm í oktobur, har Norðurlandaráðið skal taka endaliga avgerð í málinum.
Finski professarin Elina Pirjatanniemi var eisini á vitjan á fundinum hjá formansskapinum. Elina Pirjatanniemi er professarin, sum hevur fingið sum uppgávu at kanna tann løgfrøðiliga partin av dagføringini av norðurlendsku grundlógini, Helsingforsavtaluni. Ein partur av kanningararbeiðinum er, hvussu limaskapurin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum kann styrkjast og verða meira javnsettur við hini limalondini. Elina Pirjatanniemi greiddi frá, hvussu gongur við kanningararbeiðinum, sum skal vera liðugt seinast 31. desembur í ár.
Harumframt var ein felagsfundur á skrá. Evnið hesaferð var Hvordan kan Norden bli ledende på kunstig intelligens (KI)? Fleiri áhugaverdar framløgur vóru, bæði við umboðum frá almenna geiranum og privatum fyritøkum. Tað var serliga nýggi norðurlendski-baltiski vitlíkismiðdepilin (AI-centret) New Nordics AI, sum fylti nógv á fundinum. Vitlíkismiðdepilin skal hjálpa almennum stovnum og privatum fyritøkum at brúka vitlíki í sínum arbeiði. Miðdepilin verður tikin í brúk seinni í ár.