Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.09.2025 17:29

Røða í sambandi við 25 ára hátíðarhald hjá KRIS

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

KRIS 25 ára hátíðarhald 15.09.2025

Góðu tit øll

Eg takki av hjarta fyri stóra heiðurin at bera eina heilsan fram, nú vit í felag kunnu hátíðarhalda, at KRIS hevur virkað í 25 ár. Og eg takki somuleiðis fyri tað samstarv, vit hava havt. 

Meðan eg havi sitið og sett nøkur orð saman til í dag, havi eg alla tíðina stríðst við hvussu man í fátøkum orðum yvirhøvur kann bera eina tøkk fyri so nógv, við tí so lítla orðinum takk. Tøkkina fyri tykkara virksemi í 25 ár hava tit sanniliga so hjartaliga uppiborið. Og man kann spyrja seg sjálvan, nú 25 ár eru runnin, hvussu støðan hevði verið í okkara samfelag, um KRIS nú ikki var? 

Gjøgnum hesi 25 árini, KRIS hevur virkað, hava nógvar eldsálir lagt lív og sál í hjálparfelagsskapin. Uttan tykkum mongu, sum trúliga hava tikið tøk, var onki KRIS. Tí er dagurin í dag ikki bert eitt 25 ára hald, men eisini ein heiðran av tí dirvi og tí áræði, sum hevur myndað tykkum og felagsskapin KRIS í 25 ár. 

Ein dag sum í dag er eisini hóskandi at senda Gvøðbjørg Vest, sálu, nógvar takksemiskvøður fyri hennara stóra leiklut í felagsskapinum. Við henni hevur KRIS ment seg til tað, sum tað er í dag. Og við henni hevur eisini eydnast at varpa ljós á eitt øki, ein samfelagstrupulleika, sum hevur kastað myrkar skuggar á lívið hjá so mongum. Tøgnin bleiv brotin og orð blivu sett á, hvat kynslig brotsverk eru, hvørjar avleiðingar eru, og hvussu hjálp og stuðul kunnu veitast. 

Nú 25 ár seinni eru kollveltandi broytingar hendar, hóast vit enn hava við ein stóran og lemjandi trupulleika at gera. Og kyndilin er latin víðari til tey, sum nú varða av og ongin ivi er um, at tit fara væl um kyndilin og fara at lýsa upp í lívinum hjá so mongum, sum liva í myrkri. Tit fara at skapa vón í vónloysinum og vera ljósið fyri endanum av tunlinum. 

Vit hava í Føroyum so mong dømi um, at áhugafelagsskapir eru fyrstir at síggja avbjóðingar í samfelagnum, og seta í verk feløg og hjálp, langt áðrenn almennu myndugleikarnir gera tað. Soleiðis er eisini við KRIS. Tit eru drivin av eldsálum, sum frá byrjan settu seg saman og vildu gera nakað fyri bæði tey mongu vaksnu, sum livdu við lemjandi seinárinum, og sum vórðu rakt av kynsligum brotsverkum, og at gera nakað við samfelagstrupulleikan. Soleiðis hevur arbeiðið alla tíðina verið í tveimum sporum, tann persónliga hjálpin og so tað samfelagsliga. 

Harðskapur hevur mong andlit. Eitt tað andstyggiligasta andlitið er kynsligur harðskapur, ella kynslig brotsverk, sum vit eiga at kalla tað. Oftast tosa vit um hetta slagið av harðskapi móti børnum, men tað kann eisini vera móti vaksnum. Allastaðni, har ein valdsójavni er, kann kynsligur ágangur fara fram. 

Hetta er ikki eitt nýtt fyribrigdi. Vit síggja t.d. í gomlum lógum, at longu í 1683 varð ásett í lóg, at tað er forboðið, men lógir hava ikki megnað at steðga trupulleikanum. Og heilt afturi í antikka Grikkalandi kunnu vit lesa um tað. Talan er sostatt ikki um ein nýggjan trupulleika. Og hinvegin, tað ger tað, um nakað, enn verri. Ættarlið eftir ættarlið hava livað við lemjandi avleiðingunum og tað hevur verið bæði tabu´iserað og stigmatiserandi, so fá hava sett orð á tað. Tað hevur verið partur av lívs- og líðingarsøgu hjá so mongum ættarliðum, at vit kunnu tosa um ein lagnufelagsskap. 

Líka inn í mína barna- og ungdómstíð var tað so. Man tosaði ikki um sovorðið. Jú, vit vistu, at onkur hús skuldi man ikki fara inn í, og man hoyrdi um barnalokkarar, men man tosaði ikki opið um tað. Tíbetur er tøgnin brotin, orð verða sett á brotsverkini, tað verður upplýst um tað, mál verða meldað og tann so at siga sosiala acceptin er burtur. Vit finna okkum ikki í tí longur, hvørki sum einstaklingar ella samfelag. Her eigur KRIS ein sera stóran leiklut, tí nu er opinleiki og møguleiki fyri hjálp. Her hava tit gingið undan og víst veg.

Tað var í 2012 at tað eydnaðist okkum at fáa samtykt eitt uppskot í Løgtinginum um at seta inn móti kynsligum ágangi. Løgtingið stóð saman um málið. Tað var stórt. Eisini tí tað í veruleikanum var fyrstu ferð, Løgtingið veruliga setti orð á og viðgjørdi trupulleikan. Hóast vit tá upplivdu, at tað vóru alsamt fleiri, sum traðkaðu fram og søgdu sína søgu, so høvdu vit orsøk at halda, at tað var ein stór fjøld av tigandi fólki, sum livdi við avleiðingum og seinárinum og harvið høvdu vána ella skerda lívsgóðsku, sum viðførdi stórt vónloysi. So vit vildu lyfta málið inn um tinggátt og fáa sett tiltøk í verk. Tað bar á mál. 

Vit síggja í hagtølum hjá Barnaverndarstovuni, at umleið 30 mál eru árliga, sum beinleiðis eru knýtt at kynsligum ágangi móti børnum. Vít síggja eisini, at talið av meldaðum neyðtøkum veksur. Talið á kvinnum, sum venda sær til Kvinnuhúsið, veksur. Fráboðanir til KRIS vaksa. Løgreglan fær alsamt fleiri mál um barnapornografiskt tilfar. Og soleiðis peika øll barometur móti, at vit veruliga hava við eina samfelagsavbjóðing at gera. Hinvegin er tað trupult at meta um, hvørt talið reelt veksur ella um tað heldur er úttrykk fyri, at fólk siga frá. Tey seta orð á, søkja sær hjálp, melda o.s.fr. Tað, at vit nú hava skipaða hjálp bæði í tí almenna og í felagsskapum, ger eisini, at fólk søkja sær hjálp. Tað, at vit arbeiða við fyribyrging í skúlum, barnagørðum og alment, lærir eisini børnini at siga frá og at seta mørk. 

Vit eiga at stremba eftir at hava eina 0-hugsjón á økinum. Tað er eitt høgt mál at seta sær, men eitt neyðugt mál. Avleiðingarnar av kynsligum brotsverkum eru so mikið álvarsamar og verða bornar tvørtur um ættarlið. Tað darvar ikki bara tann einstaka, men alla familjuna og heil ættarlið. Ringar upplivingar í barnaárunum kunnu vara í generatiónir.

KRIS hevur gjøgnum hesi 25 árini veitt nógvum fólki hjálp og stuðul. Givið mongum lívsmótið aftur, og verið við til at bygt menniskju uppaftur. Og, sum nakað sera týdningarmikið, so hava tit givið teimum raktu eina rødd, orð verða nú sett á og tøgnin er brotin. Tað er í lagi at tosa um kynsligan ágang og eitt mál og ein máti at handfara brotsverkini tekur týðiliga skap. 

Tað óunniliga og ótespiliga hvørvur ikki fyri tað, um vit dylja tað. Fyrsta stig at gera nakað við trupulleikan er at viðurkenna hann. Vit trúgva tí ikki fyrr enn vit síggja tað!

Orð skapa eisini ein veruleika. Sjálv fýlist eg á orðingarnar, sum verða nýttar, tá ið vit umrøða kynsligan ágang. Eg minnist frá tá ið eg byrjaði at skriva um hetta fyri nógvum árum síðani, at eg brúkti orðingina siðamisbrot. Tað er alt ov veikt, segði onkur við meg, og tað er púra rætt. Kynsligur ágangur er nokk eisini ov veikt. Kynsligur harðskapur er rættari og rættast er at siga kynslig brotsverk – tí brotsverk er tað. Ólógligt og eitt brotsverk. 

Eg ilskist eisini inn á orðingar í miðlunum sum, at “pápi dømdur fyri samlegu við dóttrina”. Ein pápi kann ikki hava samlegu við dóttrina. Tað er neyðtøka og eitt kynsligt brotsverk. 

Orðið barnaporno verður eisini javnan brúkt. Barnaporno? Hesi bæði orðini hóska als ikki saman. Tosa vit ikki um talgild kynslig brotsverk móti børnum? Kynslig misnýtsla? Nei, tað eitur kynslig brotsverk! 

Kynslig brotsverk kunnu henda allastaðni. Og tey henda allastaðni. Eisini har børn, og vaksin, eiga at kenna seg tryggast. Heima, hjá næstringum, vinum, í grannaløgum, samkomum, felagsskapum, arbeiðsplássum og so framvegis. Tí má upplýsing og fyribyrging fara fram á øllum mótum. Og tað sum eisini er óhugnaligt er, at tað mangan eru fólk, sum vit aldrin kundu ímyndað okkum, sum fremja brotsverkini. 

Eitt dømi hevur verið frammi fyri kortum um ein kendan politikara í einum grannalandi, sum nú hevur fingið fongsulsdóm, men okkum nýtist als ikki at hyggja so langt fyri at kunna nevna tey fyrstu mongu brotsfólkini her heima. 

Góðu tit í KRIS

Hesi 25 árini, tit hava virkað sum felagskapur, hava tit bygt upp eitt netverk av fólki, sum kunnu hjálpa vaksnum raktum. Tit hava, sum árini eru gingin, førleikament tykkum og fingið fakfólk í starv. Somuleiðis hava tit útvegað tykkum egin hús sum karm um virksemið. Tað er sera væl arbeitt. Alt sprettur úr hugsjónini um umsorgan, hjálp og næstakærleika. Og mong eru tey, sum hava hjálpt og mong eru tey, sum hava fingið hjálp. Fyri tað eiga tit allar hjartans tøkkir.

25 ár, tað er silvur, men tit eru gull verd. 

Hjartaliga til lukku og Harrans signing yvir virksemið.