Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Í kvøld sum frá líður frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, stundum grov æl. Móti morgni eitt skiftið upp í skrið, 18 m/s. Sum frá líður fyrrapartin í morgin norðan og avfallið minkar nakað. Hitin 8 til 12 stig.
Sólarris: 06:56 Sólsetur: 19:45