Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2025 21:00

Ólógligar loyndar sjúkuskráir

– amboð at steðga viðgerðum

Lesarabræv

Danskir  og føroyskir borgarar, ið hava havt samband við danska heilsuverki, kunnu fara inn á sundhed.dk, fyri at skoða tað, sum er ført inn í journal skipanina um tey.

Í samband við Talgildu Føroyar, er ætlanin at vit skulu fáa eina líknandi føroyska sjúklingaskrá, tó hon kemur ikki við tað fyrsta.

Danska og Føroyska heilsuverkið er rættiliga samantvinna, tí er sera sannlíkt, at tey viðurskifti, sum verða lýst niðanfyri, eisini gera seg galdandi hjá okkum.  

Duldar skráir

Bæði í Eystur- og Vestur Danmark er staðfest, at nakrir sjúklingar hava fleiri ymiskar sjúkuskráir skrivaðar um seg.

Annars er fyri hvønn einstaka sjúkling, bert loyvt at skriva eina likamliga (somatiska) og eina sálariga (psykiatriska) sjúkuskrá, fyri hvørt viðgerðarstað.  Fleiri sjúklingar siga tó frá fleiri sjúkuskráum um seg.

Á sundhed.dk kunnu sjúklingar fara inn og skoða skrásetingar, tó har síggja sjúklingar bert eina likamliga og eina sálarliga skrá, restin er fjald.

Tað er so IKKI í trá við Journalføringsbekendtgørelsen frá 8. juni 2021. 

Í § 4 stendur:  4:” For hver patient oprettes én patientjournal på hvert behandlingssted””

Í eini noktan av innliti í egna skrá, svarar ein yvirlækna úr Skejby soleiðis, tann 7. juli 2023: ​​

“Eg havi nú fingið málið kannað og tað vísir seg, at ‘sjúkusøga’ ikki kann vísast í Sundhed.dk, tí har er ein serstakur  ‘Region Midt’ funktionalitet”.

Patientforeningen metir at slíkar loyniligar skrásetingar eru greitt ólógligar, tær skulu steðgast beinanvegin. 

Tær skulu steðgast beinanvegin

Økisformaðurin (fyri Region Midtjylland) Anders Kühnau Hansen er tíverri alt annað enn skjótur at svara fyrispurningum.
Vit hava enn tilgóðar at hoyra ábyrgdarhavaran á økinum geva eina frágreiðing, vónandi eina umbering og snarpa atgerð at steðga ólógligu tvískrásetingunum.

Dømir eru eisini frá Ríkissjúkrahúsinum (Rigshospitalet) um tað sama. 

Tað hevur tikið eitt hálvt ár at fáa umbiðið tilfar handa, og tá er tilfarið vorið tillaga, sensurera.

Vit hava tíverri álvarslig dømi um, at hesar dupultu sjúku skráir geva sjúklingum diagnosur, sum sjúklingarnir sjálvir ikki eru vitandi um. Tað framgongur heldur ikki hvør hevur gjørt tær ella nær tær eru gjørdar.

Tað er tó sera løgi, at í likamligum (somatiskum) sjúkuskráum verða givnar sálarligar diagnosur, uttan at sjúklingarnir hava verið í sambandi við psykiatrisku skipanina.

Onnur hava verið í psykiatrisku skipanini, har tey hava verið avvíst av fleiri serlæknum í psykiatriini við teirri grundgeving, at sjúkurnar vóru likamligar (somatiskar). 

Tað kemur eisini fyri, at avgerðir hjá hesum serlæknum í sínum økið, verða umgjørdar (kolldømdar) av “serfrøðingum” á øðrum økjum, enn teim teir vara av (sum t.d. ikki eru læknar í psykiatriska økinum).

”Funktionellir trupulleikar”

Fyri sjúklingar elvir tað til ótryggleika, at fakfólk á henda hátt verða sett til viks av minni vitandi starvsfeløgum, uttan grundgeving og uttan nakra kunning til sjúklingin.

Fyri sjúklingar er tað ein sera trupul og óheppin støða, um teir vera frámerktir at hava “funktionellar trupulleikar”.

Funktionellir trupulleikar er ikki ein WHO-góðkend sjúkugreining, WHO avvíst slíka diagnosu. 

Hóast tað gerast ​​sjúklingar offur fyri hesi ”sjúkugreining” (virkis-trupulleikar). 

”Funktionellir trupulleikar” er tíðum tekin um steðg ella elvur til steðg í viðgerðini av likamligum sjúkum. 

”Funktionellir trupulleikar” verur skriva sum notat í sjúkuskráðir, sum sjúklingurin IKKI skal sleppa at síggja.

Hetta er í stríð við § 2 í donsku heilsulógini, sum inniheldur áseting um opinleika. 

Patientforeningen veit um eina røð av sjúklingum, sum verða innlagdir bráðfeingis, har fyrireikingar beinanvegin verða gjørdar til skurðviðgerð og/ella kanningar, men eftir at (ólógliga) dupulta sjúkuskráin er lisin, ella innihaldið í hesi er miðla viðgerandi læknanum, steðgar øll viðgerð og sjúklingarnir verða sendir heim við tað sama.

Vit hava illgruna um, at hetta er forkláringin uppá, hví ein røð av sjúklingum kenna seg vera á svartalista

Sum Patientforeningen sær tað, tykist hetta serstakliga at raka sjúklingar, sum hava verið kritiskir í miðlunum. 

Ein lækni úr Jyllandi segði tað soleiðis í einum vitnis-samrøðu: 
“… tá (NN) vendir sær til (XX) miðstøðina, so er eitt notat í sjúkuskráðni, skrivað í juli 2016; Eitt lítið fínt notat frá einum lækna, sum eitur (NN), hesin er skurðlækni í maga-tarm sjúkum.
Talan er um ein sokallaðan ”stopp-klossa”, sum vit sjálvir eisini brúka.

Tað er ein slíkur, har vit á formligum læknamáli siga, at sjúklingurin bara skal útskrivast, ”vi gider ikke”.

16.09.2025

Andrass Skaalum