Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum hjá P/F Varðin í Gøtu, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er nú málaður og er um at verða liðugur.
Skipið er 44,10 metrar langt og 11,5 metrar breitt og fær fyrndarnavnið “Sjúrður Tollaksson”.
Sjúrður Tollaksson var sonur Tollak Gøtuskeggja og uppvaksin hjá Tróndi í Gøtu, farbróðir sínum.
Skrokkurin verður sleipaður til Skagen um hálvan oktober, har skipið verður gjørt liðugt, upplýsir felagið úr Gøtu.



Myndir: P/F Varðin