Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.09.2025 21:05

Løgmaður vitjað í Eysturoynni

Mynd: Løgmansskrivstovan

Løgmansskrivstovan

Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í dag vitjaði løgmaður, Aksel V. Johannesen, í Eysturoynni. Endamálið við túrinum er at hitta fólk og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

“Tað hevur stóran týdning at brúka orku og tíð upp á at hoyra um góðu søgurnar kring landið og svara spurningum, sum bæði vinna, lesandi og onnur hava til landsstýrið”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Dagurin byrjaði á Miðnámi á Kambsdali, har leiðslan greiddi frá virkseminum á skúlanum. Eftir hetta savnaðust næmingar í auluni, har skúlakórið sang, løgmaður segði nøkur innleiðandi orð, og næmingar fingu høvið at spyrja løgmann spurningar um fleiri ymisk politisk evni.  

Á Miðnámi á Kambsdali er stór útbygging og umbygging, sum bindur skúlan betur saman við felagsfunktiónum. Sumt er tikið í nýtslu, og løgmaður slapp at síggja fleiri skúlastovur í nýggja partinum av skúlanum.

Leiðin gekk síðani til Norðfra í Leirvík, har løgmaður vitjaði á virkinum og fekk at vita um framtíðarætlanir hjá fyritøkuni. Dagurin endaði á Rásini í Saltangará, har næmingar tóku ímóti við sangi og vístu nýggju umstøðurnar fram. 

Løgmaður takkar fyri stóra blíðskapin, áhugaverdar spurningar, kjak og prát, ið myndaðu dagin.

https://www.instagram.com/reel/DOoNNaxDRn2/embed/captioned/?cr=1&v=14&wp=1080&rd=https%3A%2F%2Fwww.lms.fo&rp=%2Ffo%2Fkunning%2Ftidindi%2Floegmadur-vitjad-i-eysturoynni#%7B%22ci%22%3A0%2C%22os%22%3A2005%2C%22ls%22%3A1383%2C%22le%22%3A1991%7D