Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið í Billund og Herning í sambandi við at yrkisútbúgvingar hava verið settar á breddan. Bæði politiskt og í kapping.
Útbúgvingarmálaráðharrar úr øllum Evropa komu saman til fundar í sambandi við at Danmark hevur ES-formanskapin í løtuni. Evnið til umrøðu var, hvat kann gerast fyri at økja um áhugan fyri yrkisútbúgvingum, sum er ein avbjóðing í flestu ES-londunum. Ein ov lítil partur av ungdómsárgangunum velja tær handaligu útbúgvingarnar, og tað er ein trupulleiki í londunum. Danir vístu fram Legofyritøkuna, sum er kend um allan heimin, og ráðharrarnir fingu roynt seg í skapandi spæli.
Ráðharrafundurin var um somu tíð sum EuroSkills 2025, sum er kapping millum ungfólk innan nógvar ymsar yrkisgreinar. Føroyar eru ikki limir í Skills, men luttóku tó við einum sera prýðiligum og áhugaverdum bási, fyri at gera vart við føroyskt handverk. Handverksvinnan er áhugað í, at Føroyar gerast limur í Skills, men enn er ikki greitt, hvussu hetta kann gerast, tí einans sjálvstøðug lond fáa limaskap. SkillsDanmark tók sera væl ímóti føroyingum og vísti landsstýrismanninum runt í hallunum, sum tilsamans vóru meiri enn 100 túsund fermetrar stórar, har kappingarnar og framsýningarnar vóru.

Á føroyska básinum heilsaði landsstýrismaðurin upp á listamannin Livar Nysted, sum alla vikuna hevði málað ein ovurstóran veggmálning av føroyska bátinum í brotasjógvi. Fríðrikur kongur hevði vitjað básin og hevði navngivið bátin hjá Livari “Kongen”.

John Høgnesen, bátasmiður, smíðaði sín føroyskan bát, meðan stevnan var. Hetta var ein eitt gott høvi hjá føroyskum handverki at gera vart við seg, men enn betri hevði verið, um vit kundu verið við í sjálvum kappingunum, sum ætlanin er.