ÍVF Høgnesen bátasmíð, við bátasmiðinum, John Høgnesen, er í hesum døgum niðri í Danmark, har føroyski báturin og føroyskt bátasmíð, verður víst fram á stórari messu í Herning.
Tað er Vinnuhúsið, sum hevur bjóða bátasmiðinum úr Norðragøtu á messuna, at vísa gamla bátasmíði fram. Ein føroyskur básur sum fyrireikarirnir av messuni eru sera bergtiknir av.
Í gjár, nakað óvænta, kom sjálvur Kong Fredrik framvið á føroyska básin, har John og sonurin Jón Rói, saman við Livari Nysted, hildu til.
Kongur vísti sera stóran áhugað í føroyska bátinum, trýbekkinum, sum John Høgnesen hevði latið smíða. Og setti kongur eisini sína kongaligu undirskift á bátin.
Føroyska ferðalagið, og báturin verður aftur í Føroyum týsdagin við Norrønu.
Sum skilst, so er avgerð ikki tikin, hvar báturin, við undirskriftini hjá kongi, nú skal standa, tá ið hann kemur heim til Føroyar.
Myndir: John Høgnesen/ Palma Petersen











