Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2025 10:29

Heystið er komið: Tíð at rudda rundanum húsini

Heystið er komið. Tað er blivið kaldari og regndagarnir vísa seg frá síni vátu síðu. Við tí kemur eisini vindurin.

Nakað av vindi hevur verið í nátt og í morgun, har sagt hevur verið upp í hvassan vind av eystan og av landsynningi. Ein skái verður í vikuskiftinum, men so siga veðurforsøgninar aftur frá nakað av vindi í komandi viku.

Tískil er tað eitt gott hugskot hjá fólki, at byrja at rudda alt leyst burtur og at tryggja lutir, sum liggja leysir uttanfyri húsini, t.d. trampolinir og havastólar o.a. sum kunnu verða til ampa, nú heystið er komið og vindurin er byrjaður at øtla so spakuliga.

Spjaldur