Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2025 08:58

Útlendsk kvinna fekk skaða í haganum omanfyri Tjørnuvík

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Í gjár, á middegið, fekk løgreglan boð um, at ein útlendsk kvinna hevði verið áhalsin og var komin til skaða omanfyri Tjørnuvík.

Orsaka av ivasomun floglíkindum við bjargingartyrlu, var eitt bjargingarlið ístaðin boðsent at bera kvinnuna oman í bygdina í Tjørnuvík, har hon síðani varð flutt við sjúkrabili á Landssjúkkrahúsið.