Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2025 15:36

Norðurlendsk bátaráðstevna í Finnlandi

Luttakarar úr Føroyum. Frá vinstru: Tórarinn Niclasen á Rípuni, savnlærari á Tjóðsavninum; Kristina Djurhuus Christiansen, savnvørður á Tjóðsavninum og føroyskt umboð í stýrisbólkinum fyri UNESCO innskrivingina; Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini í Eystur Kommunu og í stýrislimur hjá Eystur Kommunu í Báta- og listasavninum í Leirvík; John Høgnesen og Jón Rói Høgnesen, ÍVF Høgnesen Bátasmíð

Tjóðsavnið

Norðurlendsk bátaráðstevna var í Kotka og Loviisa í Finnlandi í døgunum 3.-6. september. Millum teir 130 norðurlendsku luttakararnar vóru bátasmiðir og umboð frá søvnum, útbúgvingarstovnum og bátafeløgum.

Norðurlendska bátasiðvenjan varð innskrivað á UNESCO–listan fyri siðaarv í desember 2021. Ráðstevnan í Finnlandi í farnu viku snúði seg um hvussu vit, eftir UNESCO-innskrivingina, eiga at arbeiða víðari við at tryggja bátasiðvenjuna frameftir.

Føroyska íkastið til ráðstevnuna var um kappróður, sum eitt gott dømi um brúk av súðubygda bátinum. Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiddi frá um søguliga týdningin av róðrarbátinum, og legði dent á stóra týdningin, sum kappróðurin hevur fyri bátasiðvenjuna í dag. Harumframt luttók hon í einum pallborðskjaki um, hvat ítøkiligt er komið burturúr síðan UNESCO-innskrivingina. Í Føroyum hava vit fingið eina tilfarsgoymslu til bátasmíð, ið er til stóran frama fyri bátasmíðið. Tó eru enn stórar avbjóðingar. Eitt nú er eingin útbúgving, og siðbundna bátasmíðið verður ikki ført víðari. Harafturat er einki livandi savn, har bátar kunnu smíðast, umvælast og brúkast.

Seinna dagin á ráðstevnuni vóru verkstovur, har orðaskifti m.a. var um bráðfeingis verju av siðbundnum bátasmíði, leiklutin hjá søvnum og samstarv um útbúgvingar í framtíðini.  

Siðbundna bátasmíðið er í bráðfeingis vanda fyri at doyggja út í Norðurlondum
Siðbundið bátasmíð er eindømi. Smíðað verður uttan tekningar og skabelónir, men við eygamáli og vitan frá lærumeistara. Kunnleikin, sum gjøgnum øldirnar hevur verið førdur víðari frá meistara til lærling, er á ógvuliga fáum hondum í dag. Í løtuni er kunnleikin enn í Føroyum, men er í bráðfeingis vanda at doyggja út.

Norðurlendskt samstarv um útbúgving
Eitt hugskot, sum kom fram undir einari verkstovu um útbúgving, var at skapa eina smidliga skipan, har lærlingar kunnu nema sær útbúgving í øllum norðurlondum. Lærutíðin er hjá einum lærumeistara, sum kann læra staðbundna bátasmíðið frá sær.

Lágur eftirspurningur eftir súðubygdum bátum
Lági eftirspurningurin var eitt afturvendandi evni undir ráðstevnuni. Um eingin eftirspurningur er, so er vónleyst at smíða bátar og útbúgva bátasmiðir. Skal eftirspurningurin vaksa, so má áhugin vekjast millum børn og ung. Tað kann bara gerast við at tey sleppa í bátarnar og læra at brúka teir.

Livandi søvn varðveita livandi bátasiðvenjuna
Ein týdningarmikil uppgáva hjá søvnum er at savna inn, skráseta, varðveita, granska í og miðla bátasiðvenjuna. Men tað er ikki nóg mikið. Livandi søvn eru grundtreytin fyri eina livandi bátasiðvenju. Í Føroyum eiga vit at arbeiða fram ímóti einum livandi bátasavni, har bátar kunnu smíðast, umvælast og brúkast.

Høvuðsábyrgdin liggur á norðurlendsku myndugleikunum
Innstillingin av norðurlendsku bátasiðvenjuna til UNESCO-listan var send inn í felag av norðurlendsku mentamálaráðunum. Tískil liggur høvuðsábyrgdin á hesum myndugleikunum at skapa góðar karmar fyri at bátasiðvenjan kann útinnast og mennast.

Norðurlendska stevnuskráin um bátasiðvenju
Norðurlendska stevnuskráin um bátasiðvenju lýsir leistin arbeitt verður eftir í norðurlendskum og staðbundnum høpi. Sí stevnuskránna her.